Sitandi samgongu er neyvan lív lagað eftir valið. Skuldi tað óvæntaða hent, at hon varðveitti meirilutan, so er stevið so út av lagi vánaligt, at ivasamt er, um somu flokkar klára at semjast um eitt nýtt samgonguskjal.
Um vit hugsa okkum, at valúrslitið verður sum seinasta veljarakanning spáar, nevniliga 8 mans í part til Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin, 5 mans til Fólkaflokkin, 2 til Miðflokkin og 1 til Sjálvstýrisflokkin, so eru ikki nógvir samgongumøguleikar. Um vit ganga út frá, at ein samgonga millum Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin er ein ómøguligheit, so ber eingin samgonga til uttanum Javnaðarflokkin. Hetta setir Javnaðarflokkin í eina sera áhugaverda lyklastøðu ? ella rættari sagt kundi sett hann í eina áhugaverda lyklastøðu.
Nú er støðan tann, at Tjóðveldisflokkurin hevur brent sera nógvar brýr í seinastuni. Har man fyrr hevði hóvligar menn við róðrið, hevur man nú oddamenn í flokkinum, ið hava lagt seg út við alt og øll ? innanfyri samgonguna sum uttanfyri. Torbjørn jacobsen, ið er gjørdur til ein av oddamonnum í Tjóðveldisflokkinum styggir potentiellar samstarvsfelagar burtur við einum orðavali og ódámligum samanberingum, ið vit neyvan hava sæð í Føroyum, síðani Óli Breckmann var uppá tað ringasta í 80?unum.
Væntandi samstarvsviljin í Tjóðveldisflokkinum og breckmannski retorikkurin hjá onkrum av nýggju oddafiskunum í Tjóðveldisflokkinum átti at fingið teir meira hóvligu tjóðveldismenninir, hvørjir so verða eftir eftir valið, at hugsað seg eitt sindur um. Aftaná seinastu útmeldingarnar sær út sum, at ein breið semja kann finnast eftir valið millum allar flokkar uttan Tjóðveldisflokkin. Tjóðveldisflokkurin hevur konfronterað seg so langt út, at einasta loysn fyri hann er eitt eittflokkastýri. Tað er bara tann vansin, at teir hava ikki meira enn ein fjórðing av atkvøðunum. Floksleiðslan átti kanska at lagt sær orðini hjá tingformanni tess meira í geyma. Tað var í hvussu er greið tala um sín egna flokk.
Sosialurin