Oddagrein: Samferðsla og útoyggjar

Norðoyatunnilin er eitt stórt frambrot fyri allar Norðoyggjar íroknað útoyggjarnar har norðuri. Nú um dagarnar hevur verið tos um, at útoyggjaviðurskiftii mugu betrast. Hetta sjónarmið er væl skilligt, men vit mugu ansa eftir, at man ikki kjakast á einum órealistiskum grundarlagi.

Vit sóu fyri nøkrum árum síðani eitt útoyggjaálit, ið var á tremur við góðum intentiónum, men tað var kanska ikki líka fult í realismu. At búgva á útoyggj verður ongantíð tað sama sum at búgva á meginøkinum. Tey, ið vilja búsetast á útoyggj, gera tað, tí okkurt annað enn høgligt ferðasamband dregur. Tað fer ongantíð at verða so, at man búsetist á útoyggj, tí tað loysir seg. Tað vil altíð verða náttúran, heimstaðurin, friðurin o.s.fr., sum dregur.

Tá hetta er sagt, so er tað skyldan hjá samfelagnum at tryggja eitt líkinda samband til hesar útoyggjar. Tað hevur seinastu árini verið gjørt við regluligum sambandi sjóvegis og við tyrlusambandi. Tyrlan man eiga lívið í meiri enn einari útoyggj, og er hon eitt gott dømi um, hvussu man við einum skilagóðum samferðslupolitikki heldur lív í útoyggjum. So leingi sum fólk vilja búleikast á hesum plássum, so hevur samfelagið skyldu til at tryggja hesum fólkum eitt líkinda ferðasamband, streym, telefonsamband og almennar tænastur annars. Tað er órealistiskt at halda, at vit kunnu blása lív í útoyggjarnar við almennum verkætlanum av ymsum slag, tá fólkið, ið er uppvaksið á hesum oyggjum flyta frá teimum. Politikkurin eigur at verða, at so leingi fólk er har, so skulu tey fáa tær almennu tænastur, tey hava krav uppá.

Tað, sum júst er hent við farmakleiðum, er helst eitt afturstig fyri útoyggjarnar. Tað er spell, tí hóast man ikki frá almennari síðu er so forferdiliga ekspansivur viðvíkjandi útoyggjunum, so er tað ikki rætt í hesum døgum, har tunnlar og annað raplar úr tí almenna, at beinleiðis lækka tænastustøðið á útoyggj.

Tað er eitt fátækt land, ið ikki er nóg stórt í sinni til at tryggja, at korini eru rímilig í útjaðaranum. Her tosa vit ikki um studning av kunstigum verkætlanum, men bert um almennar tænastur og flutning. Okkara áheitan skal verða á politikarnar at hyggja at avleiðingunum av tí, sum júst er hent við Farmaleiðum og bera so í bandi, at korini á útoyggj ikki versna. Hóast avmarkað er, hvat kann hækkast viðvíkjandi útoyggjajáttanum, so kann afturstig ikki góðtakast.

Sosialurin