Oddagrein: Samfelagsbroytingar og vónir

Hóast olja ikki er funnin ? tað vit vita í skrivandi løtu ? hevur politiska orðaskiftið tó snúð seg um oljuinntøkurnar. Løgmaður, sum annars plagar at vera hóvligur, hevur tosað nógv um oljutjekkar ol. Men samtíðis hevur hann eisini mælt til varsemi. Og sjálvandi er tað varsemi, ið má eyðkenna hetta.

 


Tað má ikki blíva sum í Falklandsoyggjunum. Tá fyrstu boringarnar vístu tekin til olju varð tosað um allar millióningarnar, men tað skuldi vísa seg, at har var ikki nokk av olju at tað lønaði seg.


Nú boringarnar á landgrunninum nærkast avgerandi vegamóti er stórur spenningur. Seinasta politiska útmeldingin í hesum sambandi kom frá varaløgmanni undir vitjan í Álandi. -Verður olja funnin við Føroyar nú kann hon gerast avgerandi fyri sjalvstýristilgongdina. Nakað soleiðis segði varaløgmaður við álendska útvarpið. Hann kendi seg tí eisini sannførdan um, at Føroyar fáa fullveldi um nøkur ár.


Tað er eitt sindur løgið, at framstandandi landsstýrismenn nú brádliga, meðan borað verður og landsstýrið sjálvt hevur gjørt av, at einki skal koma út um boringarnar, kortini taka oljuna fram sum tað, sum meira ella minni skal bjarga sjálvstýristilgongdini. Sami landsstýrismaður hevur annars áður sagt, at tað er ikki rætt at kalkura við oljuni í sambandi við fullveldið, tí vit vita jú ikki, um hon er har. So tá varaløgmaður nú tykist skifta hest og sigur oljuna vera avgerandi fyri sjálvstýristilgongdina, eru tað nýggir tónar ella tað kann tulkast sum, at varaløgmaður kanska veit meira enn vit onnur ella at hann hevur tikið munnin ov fullan.


Er varaløgmaður endurgivin rætt, merkir tað væl, at hansara niðurstøða eisini má vera, at verður einki funnið í undirgrundini, so er tað ein dyggur smeitur fyri sjálvstýristilgongdina. So vil tað seinka ætlaðu sjálvstýristilgongdina ella ? so verður grundarlagið tikið undan henni! Spurningurin er tí, um ikki nettupp vónirnar til oljuinntøkur eru ella hava verið drívandi megin hjá fullveldisarkitektunum. Hetta hava varaløgmaður og hansara fólk tó ongantíð viljað viðgingið. Um so er má sigast, at fullveldisætlanin, ið jú snýr seg um at kolvelta føroyska samfelagið, byggir ikki á trygga grund, tá hon byggir á vónir heldur enn á realitetir. Eitt er at byggja upp egnan førleika til komandi avbjóðing, hóast vit ikki vita, um olja finst, nakað annað er at byggja eina kolveltandi samfelagsbroyting á nakað, tú ikki veit er til. Stóri blokkniðurskurðurin byggir væl ikki eisini á ? eitt nú psykologiskt ? vónir til nakað vit ikki enn vita er til?


Sosialurin