ODDAGREIN: Sambandsflokkur í upploysn

Tað eru ógvuliga mótstríðandi sjón­ar­mið í Sam­bands­flokki­num við­víkj­andi fisk­i­vinn­u­pol­i­tikk­i­num. Í ólav­søk­u­røð­u løg­mans segði hann, at fiski­vinn­an skal rek­ast á burð­ar­dygg­um grund­ar­lag, og at árligi bar­dag­in um fisk­i­dag­ar má halda upp­at. Hann segði bein­leið­is, at vit kunnu ikki liva við eini fiski­daga­skip­an, har pol­it­isk tog­tog­an er av­ger­andi fyri tal­ið á fiski­døg­um held­ur enn vís­ind­a­lig tilmæli.

Fyri at náa hesum máli legði løg­mað­ur eis­ini trýst á sín­ar sam­gong­u­fel­ag­ar, at um teir nú fara at brúka heyst­ið til part­a­pol­i­tikk og per­són­lig­an løtu­vinn­ing, so tek­ur hann av­leið­ing­ina og skriv­ar út val.

Og hervið festi løgmaður í fjús­ið í tikk­andi bumb­uni und­ir sam­gong­uni, sum hann hev­ur í sín­um egna flokki. Løg­mað­ur er fleiri ferð­ir krit­i­ser­að­ur fyri ikki at hava tam­ar­hald í egn­um rekkj­um, og tað kom týðuliga til sjóndar í út­varp­i­num mik­u­dag­in, har Bjørn Kalsø, sam­bands­ting­mað­ur, setti hart ímóti hørð­um.

Lærarin úr Klaksvík trýr ikki upp á vís­ind­a­lig til­mæli eins væl og løgmaður, sum bæði er skips­før­ari og fyrr­ver­andi fiska­søl­u­mað­ur. Løg­mað­ur sig­ur, sum sjálv­andi eis­ini rætt er, at tað kann gera tað sama, hvat vit í Før­­oy­um siga, hvat fólk í Klaks­vík ella fólk á Tvør­oyri halda. Um markn­að­ur­in ikki vil keypa vør­ur­nar frá okkum, tí vit ikki hava burð­ar­dygga veiðu, so kann alt gera tað sama, tí tað snýr seg um at fáa fisk­in hjá okk­um á »best be­tal­andi hill­ar­nar«.

Tað er eitt løg­ið fyri­brigdi í Før­oyum – fyri ikki at siga eitt barns­ligt fyr­i­brigdi, hetta altíð at ill­teinkja og al­tíð at vilja vita bet­ur. Hev­ur Hav­stov­an ikki prógv­að, at vit fáa meira fisk í stovn­ar­nar við at skerja veið­u­na, so pass­ar tað ikki, tykist vera hugs­an­in.

Øll vita, at vit hava havt alt ov stórt veið­i­trýst. Flyta vit hugs­an­ina yv­ir á land­bún­að­in – eitt nú á seyða­hald­ið, so er tað lætt­ari at skilja, hvønn týdn­ing stovns­røkt­in hev­ur. At halda, at fiska­til­feing­ið hát­t­ar sær so nógv øðr­vísi, tað er fá­vit­sk­ut – ella ban­al jagstr­an eft­ir løtu­vinn­ingi.

At ein ting­mað­ur sum Bjørn Kalsø bein­leið­is mót­ar­beið­ir sín­um floks­­fel­­øg­­um vís­­ir, at løg­­mað­­ur ikki hev­­ur tam­­ar­­hald á flokk­inum. Tað er eisini tí, at hann hevur broytt hugs­an um ný­val. Og vís­ir tað seg, at Sam­bands­flokk­ur­in nú fer í upp­loysn av inn­an­hýs­is­stríði, so heyst­ar flokkurin valla ta fram­gongd, sum spádd hev­ur ver­ið – og tí er tað als ikki vist, at Kaj Leo Jo­hann­esen verð­ur løg­mað­ur í BCEF-sam­gon­uni, sum helst verð­ur skipað eftir valið.