Løgmaður tók tí ta skilagóðu avgerð at venda sær til Sambandsflokkin, men tað løgna hendi sambart ÚF, at forkvinna floksins var vorðin knottin ella formermað av tí viðferð hennara flokkur hevði fingið undir samráðingunum. Endin gjørdist, at flokkurin fór til samráðingarborðið. Slíkt eigur ikki at henda og gagnar ongum, serstakliga ikki teimum mongu veljarunum hjá Sambandsflokkinum, sum hava sett sítt álit á, at teirra flokkur kom við í samgongu.
Nú tá flestu aðrir samgongumøguleikar eru úttømdir er greitt, at ABCD kann gerast ein bæði arbeiðsfør og sterk samgonga, tó at borgarligi vongurin hevur munin og væl tað. Hetta merkir, at Javnaðarflokkurin kann fáa eina trupla uppgávu, men verður telvað rætt og hugburðurin hjá samgonguflokkunum er at finna semjur heldur enn at dyrka konfrontatiónina, so eigur hetta at kunna gagna øllum samfelagnum.
Tað er greitt, at Fólkaflokkurin við at lata Tjóðveldisflokkin fara sín veg og biðja Sambandsflokkin koma til samráðingar, er gingin rættiliga langt, og kanska eisini traðkar á ein part av sínum veljarum. Tað má tó sigast, at løgmaður hevur tikið eina skilagóða og djarva støðu við at lurta eftir veljarans dómi við at taka báðar stóru andstøðuflokkarnir inn, nú gamla samgongan misti meirilutan. Hesa torføru støðu løgmans eigur B og serstakliga forkvinna tess ikki at misbrúka ella undirmeta. Sambandið má ansa eftir ikki at yvirspæla leiklut sín, men heldur síggja avgerðina hjá løgmanni sum ein upplagdan møguleika at kunna umsita tað álit flokkurin hevur fingið frá veljarunum á besta hátt.
Skal tí nakað skilagott spyrjast burtur úr hesum samgongumøguleikanum má B førka seg frá sínum gamla sambandspolitikki og vera við til at fremja tann stig fyri stig politikk á sjálvstýrisleið, sum bæði A,C og D standa fyri. Sambandið má eitt nú til at góðtaka tann lista yvir yvirtøkur, sum hesir flokkar hava lagt upp til, eitt nú yvirtøku av kirkjuni.
Tað eru óivað nógvir javnaðarveljarar, sum eru vónsviknir av, at tað ikki eydnaðist at fáa eitt samstarv við E. Tað kunnu teir so takka E fyri, tí hann kravdi meira enn tað hinir tríggir flokkarnir kundu ganga við til. Hesir vildu ganga við til einar 16 yvirtøkur og harvið halda fram við sjálvstýristilgongdini. Undanfarna samgonga framdi bert eina yvirtøku.
Tað er nú at vóna, at sambandsleiðslan ikki setir kíla í henda seinasta samgongumøguleikan við antin at spæla fornermað ? nakað, sum ikki hoyrir heima í politikki - ella við at seta fót fyri teimum yvirtøkum, sum eru komnar á borðið. Okkurt bendir tí á, at tann breiða semjan kring miðjuna í føroyskum politikki hevur sigrað og fer at fáa samfelagið inn í eina tryggja og skilagóða tilgongd ? og har kósin móti størri sjálvbjargni og sosialum rættvísi heldur fram.










