Oddagrein· Samanlegging

Landsstýrismaðurin í mentamálum gjørdi nú um dagarnar av, at loftmiðlarnir báðir SvF og ÚF skulu leggja saman til ein stovn. Hetta er eitt afturvendandi mál. Frá politiskari síðu hevur verið sagt, at tað er greiðari og bíligari so fáment vit eru at hava eina og somu umsiting av stovnunum. Kortini hevur ongantíð verið full semja um at taka slíka avgerð - til nú, tá landsstýrismaðurin bráddliga uttan at nakar væntaði tað gjørdi av, at stovnarnir frá 1.januar 2005 skulu vera ein stovnur.

Hetta hevur sjálvandi elvt til bæði kjak og ónøgd, ikki minst millum starvsfólkini í almennu loftmiðlunum, sum kenna tað so, at tey eru tikin á bóli, nú einki orðaskifti ella fyrireiking hevur verið frammanundan avgerðini. Hóast avgerðin er tikin, so er rætt at spyrja, hví hetta skuldi fram í slíkum skundi. Og hevði tað ikki verið best og rættast, at øll skipanin varð kunnað og tikin við uppá ráð frammanundan, sjálvt um avgerðin at leggja saman var politisk og endalig! Sum skilst eru tað afturvendandi ótryggu viðurskiftini í SvF, sum hava fingið landsstýrismannin at taka avgerðina. Endaliga skumpið var møguliga avgerðin hjá SvF-stjóranum at senda DR sjónvarp beinleiðis.

Starvsfólkini í báðum stovnunum eru alt annað enn nøgd við mannagongdina í málinum, og tað er væl skiljandi. Hetta er jú eisini teirra arbeiðspláss og teirra framtíð. Hóast avgerðin er politisk, so átti landsstýrismaðurin kortini at havt kunnað betri og fyrr og tikið stovnarnar báðar við í viðgerðina. Og hevur alt landsstýrið veruliga viljað hesa broyting, hví var hon tá ikki partur av samgonguskjalinum! Tá høvdu bæði starvsfólk og onnur havt møguleika til at fyrireika seg til hesa broyting og samtíðis kunnað sett hol á kjakið um fyrimunir og vansar, sum so aftur skuldi gjørt, at man fekk tað allarbesta burtur úr. Tá varð spælt við opnum kortum. Og ikki sum nú, har ónøgdin og frustratiónin valdar og harvið kann forða fyri tí bestu loysnini fyri allar partar.

Landsstýrismaðurin er nýggjur og óroyndur. Hann er annars ein varin maður og plagar at ansa væl eftir ikki at taka munnin ov fullan. Harfyri eigur hann at gera alt fyri at seta seg inn í eitt slíkt álvarsmál sum hetta, áðrenn hann meldar út so týðandi avgerð. Tíverri er hetta ikki fyrstu ferð, at landsstýrimaðurin meldar út við frustrerandi úttalilsum. Tað gjørdi hann eitt nú á ráðstevnu fyri fjølmiðlafólk herfyri, tá hann um torføru umstøðurnar hjá skrivandi miðlunum segði, at tað var bara at koma út færri dagar, so skuldi tað nokk laga seg. Ein sera óheppin og illa umhugsað útmelding frá einum mentamálaráðharra sæð frá einum blaðsjónarhorni.

Annars eigur landsstýrismaðurin rós uppiborið fyri, at Musikskúlin fær sínar pengar, tá avtornar. Vónandi fer hann nú at brúka komandi tíð til at finna skilabestu loysnirnar við samanlegging av loftmiðlunum eitt nú við at taka allar partar við í viðgerðina.

Sosialurin