Tað var við serligum spenningi, at vit settust at lurta eftir løgmanni nýggjársaftan. Ikki tí, at hann ikki hevur roynt tað áður. Hetta var jú hansara fjórða nýggjársrøða.
Men tað serliga hesaferð er, at hann umboðar ein nýggjan meirluta á tingi, eina nýggja stjórn, sum upp á fáa vikur hevur framt eina tað størstu búskaparligu umskipan, sum framd er í landi okkara. Tí var nýggjársrøðan høvið, sum løgmaður hevði at leggja fram politisku visjónirnar hjá samgonguflokkunum. Men tað gjørdi hann ikki. Í øllum førum vóru ongar visjónir, sum vit ikki kendu frammanundan.
Hann byrjaði við ódnarveðri, takkaði bjargingarfeløgum. Síðani nam hann við búskaparkreppuna og segði, at vit kunnu ikki taka vøkstur og vælferð fyri givið. Hann nevndi valið, og at fólki hevði valt nýtt landsstýri, at tey ráðandi eiga at hugsa um øll, at øll skulu hava tað gott. Hann segði, at arbeiðsloysið var ov høgt, og at hallið hjá landskassanum er ov stórt, og at landsstýrið vildi skapa fortreytir, sum skapa vøkstur.
Hann segði eisini, at fiskivinnan skal verða lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygg, og at vit skulu hava altjóða umhvørvisgóðkenning í 2015 – at tiltøk verða gjørd, so meiri fiskur kemur upp á land í Føroyum.
Løgmaður nevndi eisini serligu møguleikar, vit hava fyri varandi orku, og hann nevndi útbúgvingarmøguleikarnar.
Hann segði eisini, at ríkisfelagsskapurin hevur prógvað sítt virði, og at samgongan hevur tikið avgerð um, at ríkisstuðulin skal prístalsviðgerast og harvið hækkast. Í hesum sambandi segði løgmaður eisini, at um vit skulu tryggja vælferðina, so er neyðugt at fáa meira fyri minni, at vit tora at taka avgerðir, eisini ópopulerar avgerðir.
Hann nevndi eisini barnafrádráttin, at pensjónir nú verða skattaðar við inngjaldi – fyri at fáa fleiri inntøkur í landskassan, hann nevndi kommunuumskipan, árábiska várið, yvirgangin á Utøya og talufrælsi.
Løgmaður segði einki um flatskattin, um at hann hevur tryggjað teimum við hægru inntøkunum hægri nettoløn. Hann segði einki um, hvussu hann vildi samstarva við andstøðuna á tingi, ella hvussu hann ætlaði aftur at fáa konstruktivan dialog við fakfeløgini. Neyvan hevur nakar løgmaður eftir so fáum døgum lagt sjógv millum landsins stýri og fakfelagsrørsluna.
Tí saknaðu vit útrættu hondina.