Oddagrein· Søgulig misgerð hevnir seg - mugu byggja upp av nýggjum

Føroyski marknaðurin í Bretlandi er viknaður nógv seinastu árini, men tað verður trupult at byggja ein føroyskan marknað upp aftur, vísir ein frágreiðing, sum John Ranani, sendifulltrúi, hevur gjørt. Bretski marknaðurin var einaferð álitið hjá føroyskum fiskaútflytarum, men nú eru nøgdirnar ikki bara minkaðar, men harafturat fer ein stórur partur sum óvirkaðar ella hálvvirkaðar fiskavørur. Og prísirnir verða tí lágir.

Sum dømi kann nevnast, at samstundis sum íslendingar fáa hálva triðju krónu fyri íslendsku hýsuna, fáa føroyskir útflytarar bara gott og væl 1,80 krónur í meðal fyri kilo. Meginparturin av teimum 16.000 tonsum, føroyingar fluttu úr til Bretlands ífjør, eini 13.000 tons, var heil, ísað hýsa. Taka vit toskin, var ein triðingur av útflutninginum fryst fløk, samstundis sum tveir triðingar var heilur, ísaður toskur.

Ein reyður tráður í kanningini er, at vit fá ov lítið fyri okkara dýrabara tilfeingið, sum átti at fingið ein nógv betri prís, tá vit hugsað um, at fólk, ella brúkararnir, gerast alt meira og meira tilvitandi um heilsu og hvussu gott tað er at eta fisk, um vit samanbera við kjøt og ymiskar skundverðar.

Íslendingar hava tí lagt á ein annan bógv í Bretlandi og hava ment sín marknað har. Teir hava síni egnu virki, sum virka fisk og fiskavørur til tey stóru handilshúsini, sum hava deildir kríng alt landið.

Tilmælið hjá sendifulltrúanum er, at vit virka hýsuna og toskin meira og øðrvísi, soleiðis at vit fáa meira fyri okkara tilfeingi. Hesum kunnu vit taka undir við, og fyri so vítt er hetta ikki nakað nýtt, men eitt evnið, sum Sosialurin ferð eftir ferð hevur tikið fram seinastu 25 árini.

Ofta í orðaskifti við gomlu Fiskasøluna og stjóran har, Birgir Danielsen, sála, sum eftir okkara tykki viðhvørt kundi tykjast í so afturhaldssinnaður, tá tað snúði seg um spurningin at virðisøkja fiskin meira. Men tá høvdu vit so eina Fiskasølu, sum eisini sá týdningin at hava eitt virki nærhendis marknaðinum, og tí bygdi upp fiskavirkisfyritøkuna Chaldur í Stórabretlandi.

Nú verður ásannað, at vit áttu havt eitt líknandi virki nærri marknaðinum. Eisini mugu vit ásannað, at føroyingar bóru seg illa at, tá virkið í Bretlandi glapp av okum av hondum í kjalarvørrinum frá búskaparkreppuni í 90-arunum, tá fyrst Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Banka, og danski virkiseigarin, Uhrenholdt, keyptu virkið og seinri seldu tað aftur til íslendska Coldwater.

Seinastu dagarnar er fleiri ferðir staðfest, at Realurin legði seg eftir at bjarga skipum, so øll tey góðu skipini ikki fóru av landinum. Tíverri mugu vit ásnna, at tað sama hendi ikki við hesum virðunum, Fiskasølan hevði bygt upp í Onglandi, hóast røddir ávaraðu ímóti tí, at virkið glapp okkum av hendi.

Hetta er søga nú, og vit eiga at taka orðaskifti upp um, hvussu vit aftur kunnu byggja upp ein góðan marknað við vørum, sum vit fáa meiri fyri, so íkastið til føroyska búskapin verður størri, tí tað er neyðugt, vit skulu skapa ein sjálvberandi búskap. Um hetta mugu land og vinna samstarva, sum John Rajani so greitt mælir til.

Sosialurin