Serfrøðingaúttalilsir bíta ikki á hjá leiðsluni í Tjóðveldisflokkinum. Teir hava sínar egnu serfrøðingar, ið eru samdir í, at føroyngar einki eiga og einki kunna, uttan loysingin er framd ? teir kalla tað bara ?at verða viðurkendur sum tjóð?. Leiðslan í Tjóðveldisflokkinum sigur, at danir ikki viðurkenna rætt føroyinga til oljuna, hóast tað júst eru ráevnini í undurgrundini, ið eru yvirtikin. Hava danir nakrantíð formelt viðurkent rætt føroyinga til fiskin? Nei tað hava teir neyvan, men tað nýtast teir heldur ikki, tí einki er at ivast í. Ivast Tjóðveldismenn?
Danski løgmálaráðharrin segði ikki eitt orð um olju, í sínum úttalilsi, ið var nýtt í vallýsing hjá Tjóðveldisflokkinum. Hóast hetta, so verða orðini vend til at danir ikki viðurkenna rætt føroyinga til oljuna. Hetta er manipulatión, og átti løgmaður at tikið hetta upp. Vit síggja, at Tjóðveldisflokkurin ætlar sær at koyra uppá hetta til næsta løgtingsval. Tað má ikki henda, og tí eiga óseriøsu úttalilsini hjá varaløgmanni at verða tikin aftur beinanvegin. Skaðin er kanska longu hendur við at onkur vil vísa á, at Føroya varaløgmaður eftir øllum at døma ikki trýr uppá avtaluna frá 1992.
Stuttligt er sum søgan endurtekur seg. Ikki nokk við at Tjóðveldisflokkurin er farin aftur í 50?ini, men so leypa teir harafturat so dyggiliga framav við oljuni. Tá vit skuldu fáa 200 fjórðinga markið í 70?unum, var sagt frá Tjóðveldismonnum, at føroyingar fóru at gerast so ríkir av hesum, at vit ikki nýttust at hugsa um fjarleiðir. Hevði Javnaðarflokkurin ikki hildið fast um fjarleiðirnar tá, so hevði verið svangligt í Føroyum í dag, um vit bert høvdu landgrunnin at dúva uppá. Nú koma somu argument frá Tjóðveldismonnum um oljuna, sum teir høvdu um landgrunnin í 70?unum. Søgan vísir okkum, at tað ikki loysir seg at leypa framav.
Sosialurin