Oddagrein· Ring handfaring av SSL

Tað er ikki eiti á undanstøkkingum í Tinganesi, nú flytingin av Strandferðsluni ikki fær heilt somu umrøðu, sum partur av politiska valdinum kundi hugsað sær. Ein umrøða, sum helst skuldi snúð seg um positivu effektina av miðspjaðing og økismenning.

Tann partin eru tað nú heldur ikki so nógv, sum hava gramt seg um. Okkurt hissini gleps frá miðstaðarpolitikkarum var helst væntandi, og hesi hava so eisini verið frammi.

Veruliga gølan er hinvegin politiska handfaringin av málinum. Ein handfaring, sum er greitt brot á spælireglurnar innan almenna arbeiðsmarknaðin, og sum hartil hóttir við at leggja ein týdningarmiklan stovn í skeljasor.

Men politiska royndin tykist nú vera at káva útyvir veruleikan við at flyta fokus.

Løgmaður sigur talan ikki vera um týðandi broyting í stovnsbygnaðinum, tá ein funktión verður flutt landafrøðiliga. Tað kann hann so royna at greiða teimum frá, sum skulu nýta fýra tímar í ferðing um dagin, um tey framvegis ætla at sita í starvi sínum. Eitt starv, sum flestu starvsfólkini helst trívast væl í, og sum tey hildu var við til at geva lívinum innihald.

Fíggjarmálaráðharrin heldur tað vera átaluvert, at tíðindini lóku til miðlarnar, áðrenn kunnandi fundur var við starvsfólkini. Vit halda tað vera átaluvert, at trý samdøgur skuldu ganga frá avgerð til kunning, soleiðis at miðlarnir høvdu møguleika at snodda seg framat tíðindunum, áðrenn starvsfólkini vórðu kunnað. Hetta er partur av tí at flyta fokus. Tí fokus eigur at verða sett á alla viðgerðina sum heild, eitt nú hví álitisfólkini ikki hava verið kunnað osfr. Og ikki hví tíðindini komu út ov tíðliga.

Innlendismálráðharrin heldur, at tað er uppgávan hjá einum komandi stjóra at byggja stovnin upp, um hesin nú fer í skeljasor. Neyvan verður lætt at finna skikkaðar kandidatar at søkja stjórastarv undir einum landsstýrismanni, sum sýnir somikið lítla virðing fyri tí, ið aðrir hava bygt undan honum. Vit eru ikki ímóti miðspjaðing og økismenning, men hon má gerast skipað og má botna í meira enn vanligum valagni.

Sosialurin