Oddagrein· Ríkidømi valdast

Norðurlenska hagtalsárbókin eru Føroyar ríkasta norðurland. Bert Noreg er eins ríkt og Føroyar. Sambært upplýsingar í føroyslu blaði svimja Føroyar í pengum. Hetta er sjálvsagt hugaligur lesnaður, men hesin lesnaður má samstundis fáa onkran í landinum at spyrja, hvussu hetta ríkidømið er býtt. Og svarið er at kalla givið í forhond: ójavnt er býtt.

Vit hava júst fingið uppskot til fíggjarlóg fyri 2004. Um hetta uppskot er dømi um fíggjarlóg hjá ríkasta landi í Norðurlondum, so stendur illa til hjá teimum fátøku, kundi ein havt hug at viðmerkt. Hvussu er og ikki, so nýtist ein ikki at vera hagfrøðingur fyri at duga at síggja, at føroyski veruleikin ikki avspeglar hesa myndina av ríkasta landi í Norðurlodum. Vit hava skerjingar á mestsum øllum økjum. Vit hava bíðirøðir til ellis- og røktarheim, bíðirøðir til dagstovnar og til dagrøkt, heilsuvrkið er í trupulleikum bæði so og so. Eitt annað mál, har torført er at fáa eyga á ríkidømið, er pensiónsmálið. Síðan 1959 er at kalla einki avgerandi hent í pensiónsmálinum. Í fimm ár hevur samgongan lovað at koma við nýggjari og betri pensiónskipan, men enn er einki hent. Tann stóra fjøldin av fólkinum er framvegis víst til at liva av eini fólkapensión, sum má sigast at vera lítið sømilig fyri ríkasta land í Norðurlondum.

Áhugavert kundi verið at samanborið t.d. føroysku vælferðina við vælferðina í ávísum av okkara grannalondum. Hvussu verður tann myndin? Sama árbókin, sum sigur, at vit eru ríkast í Norðurlondum, hevur eisini aðrar áhugaverdar upplýsingar, eitt nú at sviar hava mestu vælferðina í Norðurlondum. Hetta hóast landið ikki er millum tey ríkastu Norðurlondini og als ikki so ríkt sum Føroyar. Hagtøl kunnu, sum kunnugt nýtast til so mangt. Tað er gleðiligt, føroyski búskapurin er sterkur. Hann er so sterkur, at hann sambært hægtsa sakkunnleika í landinum kann standa í móti at kalla einumhvørjum vinnuligum bakkasti. Tað er ikki minni gleðiligt, at hetta verður staðfest í altjóða viðurkendum verki sum Norðurlendsku Hagtalsárbólkini 2003.

Men ríkidømi valdast. Samstundis, sum tað verður alment staðfest, at Føroyar eru ríkasta norðurland, munnu nógv her á landi undrast á býtið av hesum ríkidømi. Hvussu verður nýtslan av hesum ríkidømi raðfest? Hvussu kann eitt land, sum í almenna hagtalsriti Norðurlandaráðsins verður lýst at ?svimja í pengum? liva við politiskum raðfestingum, har t.d. skattalættar til tey, sum eru best fyri og hækkan av mjólkaprísinum standa ovast, meðan barnafamiljur, børn, gomul, umhvørvi, mentan og vælferð sum heild standa heldur niðarliga á listanum?

Sosialurin