Munurin er bara tann, at tey árini var burðaravlopið so mikið stórt – tað lá uppi á 600, so hóast stóra fráflyting ár undan ári, so var framvegis yvirskot av fólki.
Í dag er støðan øðrvísi. Fráflytingin líkist í tølum henni fyri fimmti árum síðani, men burðaravlopið er so lítið – heilt niður móti 200, at fólkatalið minkar, tí at talið av teimum sum flyta av landinum er størri, enn talið av føddum minus deyðum. Og tað er ein skeiv og ræðandi gongd.
Hans Pauli Strøm segði eisini, at tá vit tosa um søguliga lágt burðaravlop, so hevur hann leitað heilt aftur til 1885 fyri at finna eitt burðaravlop, sum var eins lágt – og tá búðu einans 13.000 fólk í Føroyum.
Løgmaður er sum vera man ikki álvuligur við støðuna. Hann segði við Rás2 í gjár, at hetta er ikki eitt mál, sum ein landsstýrissamgonga eina megnar at loysa, men at her mugu takast saman hendur millum andstøðu, samgongu og vinnuna, tí hesin trupulleikin er so stórur, at hann má loysast í felag.
Tað er sjálvandi gott, at løgmaður hevur ta støðuna, og soleiðis rættir út hond. So er bert at vóna, at hann megnar at fáa andstøðuna og vinnuna við – og at allir partar kenna sín ognarlut í eini virðiligari loysn. Sjálvur nevnir løgmaður neyðugar vakstrarætlanir mugu stingast út í kortið, og at vit skulu ansa eftir óndu ringrásini við bara at spara og spara, tí vit kunnu ikki spara okkum úr øllum. Hann nevndi, at vit skulu raðfesta Fróðskaparsetrið hægri, at vit leggja Vinnuháskaúlan undir Fróðskaparsetrið, eins og Havstovuna við sínum granskarum – og so samstarv við vinnulívið. Hann heldur, at tey ungu skulu kunna hava møguleikan til einar fimtan hægri útbúgvingar á bachelorstigi – útbúgvingar, sum vit veruliga hava brúk fyri til at skapa búskaparvøkstur. Hann vísir á, at vit skulu virða vitan, skapa vitanartung arbeiðspláss – og tola eina ávísa integratión, soleiðis at vit fáa útlendingar inn í landið, sum kunnu tilføra landinum nakað.
Hetta eru føgur orð frá løgmanni, sum vit helst øll kunnu taka undir við. Kanska tað ikki sampakkar heilt við førda politikki seinnu árini. Allir flokkar hava tosað um at stuðla gransking og menna Fróðskaparsetrið, men tá gerðirnar skulu vísast í verki, so fær pípan annað ljóð.
Roysnið hjá løgmanni kundi júst verið at funnið breiðu semjuna.