Oddagrein· Proformasølurnar mugu steðgast - kapping má vera um fiskin

Sosialurin avdúkaði ígjár, at sonevndu proforma-sølurnar halda fram. Tað merkir, at sonevndi fiskapakin hevur ikki rokkið endamálinum, sum var at steðga proforma-sølunum. Avleiðingin er, at nógvur ráfiskur framvegis fer óvirkaður av landinum. Og tað merkir, at føroysk flakafólk og flakavirki hava minni at gera.

Um talan var um tíðindi úr útlondum, høvdu vit kallað tað fyri landsskaðiligt virksemi. Men sum í flest øllum viðurskiftum eru tvær síður.

Taka vit fyrst proforma-sølurnar, so miðaðu tær ímóti at bjóða fiskin til sølu á Fiskamarknaðinum fyri so høgan prís, at eingin keypti. Seljarin - skipið - keypti so fiskin sjálvt, og sigldi so ella sendi fiskin til marknaðin í Bretlandi ella á Evropeiska meginlandinum.

Men seljarin - skipið - hevði hildið ásetingarnar í lógini, tí fiskurin var jú boðin alment fram í Føroyum, men tað var bara tað, at eingin keypti fiskin!!!

Hesum skuldi fiskapakkin forða fyri við nøkrum ásetingum, sum vit ikki skulu lýsa í æsir. Men nú gera seljarar - skipini - og onkur keypari bara eina avtalu frammanundan. Fiskurin verður boðin til sølu fyri høgan prís, sum keyparin so keypir. Men eftir søluna verður "yvir-prísurin" afturrindaður!!!

Tað vísir seg, at tað eru altíð "hol", sum teir professionellu onkursvegna finna. Men hetta holið má teppast, so fiskurin veruliga verður bjóðaður út, og allir fiskakeyparar fáa møguleikan at bjóða upp á fiskin. Tað var aðalreglan í fiskapakkanum. Og tíbetur er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sinnaður at broyta skipanina, so allir keyparar - flakavirki og aðrir útflytarar - veruliga fáa høvi at bjóða upp á fiskin, sum verður seldur á føroyska marknaðinum.

Tað er skilligt, at skipini royna at fáa sum mest fyri fiskin. Tey hava trupult at fáa endarnar at røkka saman. Ikki minst í hesum tíðum við methøgum oljuprísum.

Hinvegin er talan um fisk, sum er "ogn Føroya fólks". Hann má - í mest møguligan mun - virkast í Føroyum, so leingi vit hava fiskavirki og flakafólk, sum kunnu virðisøkja hesa fesku vøruna úr heimsins reinasta havumhvørvi. Men sjálvandi undir reellum og fríum kappingatreytum.

Sosialurin