ODDAGREIN: Príshækking í jólavágu

Tað var vorðið sum jólagáva at fáa frá meiralutanum av før­oysku komm­un­u­num, at vit nú skulu gjalda 19 oyru meira fyri kilowatttíman av streymi. Miðal eyka útreiðslan fyri húskið er 3.000 krón­ur um árið.

Vit kunnu bara taka undir við Tórshavnar kommunu og Heð­ini Mort­en­sen, borg­ar­stjóra, í kravinum um, at SEV skal hyggja í seg sjálvt. Tað er margháttligt, at ein vinnufyritøka sum SEV ikki akt­ar boðini frá eigaranum um at koma við eini nýggjari ætlan – tá eig­ar­in á aðalfundi vrakar ta ætlan, sum leiðslan er komin við. Bara at koma við somu ætlan einaferð enn vísir eina totala arrogansu. Tað er eftir øllum at døma ikki eigarin, sum ræður í SEV, men í alt ov stóran mun nevnd og leiðsla.

Hetta er eisini eitt dømi um, hvussu illa tað kann ganga, tá pol­i­tik­ar­ar skulu fáast við vinnu. Teir eru vanir at leggja skattir og av­gjøld á fólk. Teir hava eftir øllum at døma ikki tað jørðforbindilsið, sum skal til fyri at duga at skilja, at ein vinnufyritøku bæði hevur eina inntøkusíðu og serliga eina út­reiðslu­síðu, sum kann regulerast. Tað ber til at reka eina vinnufyritøku bí­lig­ari. Tak Føroya Tele, tak Posta - al­menn­ar fyr­i­tøkur, sum eru lagdar í part­a­feløg.

Hesar fyritøkur og aðrar við hava sagt fólki upp og útsett ella avlýst út- og umbyggingar. Aðr­ar fyr­i­tøkur við hava umlagt lán og gjørt reg­u­leringar fyri at kunna reka virk­sem­ið bí­lig­ari og við færri fólkum. Hví kann SEV ikki gera tað?
El-prísurin hevur so stóra ávirkan á alt sam­f­elagið, at hetta kann berast sam­an við eina stóra skattahækking hjá bæði vinnuni og privatfólki. Hetta rak­ar alt samfelagið so sera meint. Tí hvílir ein stór ábyrgd á hes­um lok­al­pol­i­ti­k­ar­um, sum hava tikið hesa av­gerð. Og so hava teir eisini lov­að okkum somu jólagávu næstu tvey jólini!

Tað eru jú vit øll - brúkararnir - sum eiga SEV. Vit ynskja okkum, at hesin hesin tungi almenni mon­o­pol­stovn­urin rei­sist og vísir vilja í verki. Latið tildømis onnur sleppa at fram­leiða streym á netið hjá SEV - sum enntá vilja gera tað bíligari. Vísið í verki, at tit veruliga vilja geva stovninum ta kapping, sum skal til fyri at tryggja effektivitet og framburð.

Vit ynskja okkum ikki óneyðugur hækkingar. Og skal talan verða um hækking, so er ikki at taka so rívan til men vísa varsemi, eins og við sáttmálanum sum kommunarnar júst hava gjørt við alment sett starvsfólk.

Og so ynskja vit øllum eini gleðilig jól!