Oddagrein: Postverkið aftur í tronga ? 40 ársverk rúka!


Postverk Føroya hevur verið í eini turbulentari støðu í fleiri ár, og í hesum valskeiðnum er bara gingið afturá! Hvussu lítla virðing landsstýrissamgongan hevur fyri Postverkinum sást, tá Løgtingið fór til hús fríggjadagin í summarfrí. Uppskotið um postvirksemi hevði ikki fingið ta endaligu viðgerðina í løgtingsnevnd og kom ongatíð framaftur. Málið dettur sostatt burtur! Avleiðingin av hesum er, sambært tí sum Bjarni Djurholm segði í Rás 2 fríggjakvøldið, at eini 40 ársverk rúka!

 


Uppskotið um postvirksemi sigst vera fyritreytin fyri nýggjum bygnaði og inntøkumøguleikum. Møguleiki skuldi gevast fyri at kappast við privatar flutningsfyritøkur á jøvnum føti. Hesar fyritøkur, sum kunnu lata eina góða tænastu, hava tikið seg upp tey seinastu árini, samstundis sum tænastan hjá Postverkinum støðugt er sigld afturút.


Mønustingin gav Postverkið sær sjálvum, tá verkið gavst at bera út post leygardag, og bløðini noyddust sjálvi at bera bløðini út. Men spurningurin um kostnað fyri bløðini, hevði at enda við sær, at Dimmalætting og Sosialurin skipaðu sína egnu útberingardeild í høvuðsstaðnum fyri hinar vikudagarnar eisini.


Postverkið minkaði tænastu sína fyri at spara og sleppa undan at siga fólki upp. Um Postverkið hevur ov nógv fólk, ella um tað er ov illa fyriskipað, ber ikki til hjá teimum, sum standa uttan fyri, at meta um. Men vanligi borgarin hevur bara merkt eina verri tænastu: eingin útbering aftansdagar og leygardagar, styttar upplatingartíðir og bygdir hava mist útberingardagar.


Politiski myndugleikin má ásanna, at tað er neyðugt at hava eitt postverk við ávísum skyldum, so øll fáa post. So má Løgtingið annaðhvørt játta Postverkinum tann pening, sum er neyðugur, ella umskipa Postverkið skjótast møguligt, so tað sjálvt fær útvegað tær neyðugu inntøkurnar, samstundis sum skyldan at bera post út, verður hildin.


Henda støðan kann ikki halda fram ? hvørki fyri postfólk ella borgaran, sum hevur krav uppá eina posttænastu. Skommina, vit eru komin í, eigur landsstýrið, hóast Bjarni Djurhom beklagar!


Sosialurin