Oddagrein· Politikkur og religión

Sunnudagin verður politiskur veljarafundur hildin í samkomuni Filadelfia, har umboð fyri allar flokkarnar verða við. Hetta tiltak er áhugavert og ger tað einki, um politikkur verður diskuteraður úti í samfelagnum íroknað samkomum. Politikkur viðkemur øllum og skal tí sjálvandi kunna verða viðgjørdur allastaðni.

Fyri tí um tað er í lagi, at politikkur kemur inn í samkomur, so er tað øvugta ikki galdandi. Religión og politikkur eiga ikki at tvinnast beinleiðis saman. Harfyri er ikki sagt, at religión ikki hevur ávirkan á politikk. Vit hava eina mentan, ið byggir á kristna siðalæru og hvør einstakur tinglimur hevur eina barlast, ið er úrslit av uppaling og umhvørvi annars, og hevur henda barlast sjálvandi stóra ávirkan á, hvusuu viðkomandi disponerar.

Tá vit siga, at politikkur og religión ikki eiga at tvinnast beinleiðis saman, so meina vit, at tá ein tinglimur trínir inn um tinggátt, so eru tað tær demokratisku spælireglarnar, ið galda og ikki átrúnaðarligar spælireglar. Átrúnaðarlig dogma hoyra ikki heima sum grundarlag í einum upplýstum samfelag í 2004. Lóggáva er fólksins vilji, óansæð um hesin vilji er í tráð við átrúnaðin ella ikki. Vit loyva við lóg hjúnaðarskilnað og endurgiftu, hóast onkur av átrúnaðarligum orsøkum er ímóti. Vit hava eina útbúgvingarskipan, ið, útyvir bíbliusøgu, lærir næmingar um hvussu Føroyar vóru til fyri nógvum milliónum árum síðani úr gosgrýti. Vit læra børn, at dinosaurar hava verið til og at jørðin er í støðugari broyting tí kontinentalpláturnar flyta seg og at evolutión ger seg galdandi í lívfrøðini. Hetta er, um ikki í andsøgn við, so er tað ikki strengt í tráð við tað, ið átrúnaður lærir okkum. Hetta vísir seg at rigga fínt. Átrúnaður trívist væl, hóast skúlaverkið ikki verður stýrt av átrúnaðarligum dogmum. Tað stendur einum og hvørjum frítt at trúgva tað ein vil í hesum landi, men tað stendur eisini einum og hvørjum frítt at ynskja lóggávu, ið er grundað á mannarættindi og annað enn tað religiøsa.

Soleiðis eigur tað at verða. Frælsi at trúgva og halda tað, ein vil, er grundleggjandi í hesum samfelagnum. Ávarast má ímóti at man innanfyri tinggátt fer móti tí teokratiska heldur enn tí demokratiska.

Øll hava eina meining um Ísrael. Staturin hevur sítt eksistensberættigilsi av nógvum orsøkum og eigur sjálvandi eins og onnur lond at hava lív lagað í frið og náðum, men ikki tí at Gud sigur, hann skal verða har. Hetta argument er ikki gott nokk í einari demokratiskari skipan og tað er heldur ikki gott nokk at halda blint við øllum ein partur ger, tí tey eru Guds útvaldu. Eitt talibanstýri, sum vit sóu tað í Afghanistan hoyrir ikki heima í einum demokratiskum heimi. Eitt prestastýri ella eitt stýri, har trúarsetningar heldur enn argument ráða, eru av tí ringa, óansæð, um talan er um Iran ella um hvussu man argumenterar út frá gamla testamenti um deyðadóm í bíbliubeltinum í USA.

Nógvar átrúnaðarligar livireglar eru grundleggjandi og lættar at argumentera fyri, sosum tey flestu av tíggju boðunum, men alt má kunna diskuterast, tí at argumentið "tað er Guds vilji" hoyrir ikki heima í einum demokratiskum parlamenti í 2004, hóast man heima hjá sær sjálvum ella í samkomum kann halda og gera tað ein vil, so leingi tað er í tráð við landsins demokratiskt avgjørdu lógum. Sosialurin vil fegin leggja pláss til eitt breitt og víðari orðaskifti um hetta í komandi Tinghellum.

Sosialurin