Oddagrein· Parlamentariska støðan

Vit fara nú inn i eina viku, ið á mangan hátt er avgerandi fyri politisku lagnuna hjá landsstýrisamgonguni. Í hesi vikuni verður síðsta hond løgd á løgmansrøðuna, har støðan verður lýst.

Í politisku støðuni eru tvey mál, ið elva til trupulleikar, tunnilsætlaninar og fiskivinnupolitikkurin. Herumframt spøkja onnur løgin og keðilig mál, sum ikki beinleiðis koma undir heitið stór innanlendispolitisk mál, men sum eru við til at geva almenninginum myndina av eini skinklandi samgongu. Tað er ein spurningur, hvussu leingi samfelagið tolir ta óvissu, sum stendst av hesari ótryggu politisku støðu. Men hetta til ólavsøku hendir neyvan nakað dramatiskt. Hinvegin eigur løgmaður at fáa parlamentarisku støðu samgongunnar avkláraðað í sambandi við oðraskiftið um løgmansrøðuna.

 

Vikan, ið fór, gav eina mynd av eini samgongu, har løgtingsmeirilutin meira enn rillar. Meðan Páll á Reynatúgvu er komin til sættis við samgonguna, hevur Gerhard Lognberg sett hart ímóti hørðum. Flokkur Gerhards tykist ikki at vera semjusinnaður, og Gerhard hevur fingið knívin á barkan. Sum tað sær út, so ber ímóti, at Gerhard antin meldar seg út úr flokkinum ella verður ekskluderaður. Javnaðarflokkurin hevur í síni longu søgu ikki siðvenju fyri at takla innanhýsis ósemjur við góðum handalag. Tann, ið ikki aktar, verður hóttur við ekslusjón ella verður eksluderaður. Hetta er løgið, tí í søgu flokksins hava ekslusiónir ella eksklusjónsroyndir ongantíð gagnað flokkinum. Tað má tí ikki undra, at formaður Javnaðarflokksins á tingi alment nýtir so harðligan málburð mótvegis egnum flokksfelaga, ið hevur sínar politisku røtur í tí ”gamla” Javnaðarflokkinum. Tað er í heila tikið ein løgin samskiftisformur, hetta alment at tykta partamenn við bombastiskum almennum proklamatiónum. Hví ikki seta seg niður og tala um tingini? Hvar er galið við dialoginum? Víst gevur hann ikki so nógv publicity sum proklamatiónirnar, men hann hevur heilt síðan dagar Periklesar verið høvðusamboðið í fólkaræði.

 

Løgmaður er sperdur av hesi støðu og hann hevur fýra valkostir. Hann kann royna at koma til sættis við Gerhard, hann kann taka Sjálvstýrisflokkin upp í sítt parlamentariska støði, hann kann venda sær til annan av teimum stóru borgarligu andstøðuflokkunum, ella hann kann skriva nýval. Tað mest einfalda er at semjast við Gerhard, men vansin er, at tað eru fleiri ”Gerhardar” í samgonguni. Annað alternativið er freistandi, men ”Kárarnir” eru tveir politiskir ribbaldar, sum vera bæði dýrir og óstýriligir. Triðja alternativið man geva trupulleikar við fiskivinnupolitikkinum og blokkinum, men hetta skuldi verið ein avbjóðing fyri lømann. So er tað fjórða alternativið, sum ikki er tespiligt, men sum gerst meira realistiskt fyri hvønn dag. Eitt er vist: henda støðan kann ikki standa við.

Sosialurin