Í 2005 kom so Istanbul Memories of a City, ið er partvíst endurminningar og essays. Tað er júst hendan bókin, sum hevur tryggjað Pamuk Nobelvirðislønin. Pamuk hevur eina serliga støðu, sum ein av teim fremstu og mest modernaðu vesturlendsku turkisku intellektuellu, ið m.a. hava talað at turkiska drápinum av armenarum. Pamuk er sera væl dámdur í vesturheiminum.
Pamuk er sum ein høvundur tekur til í blaðnum í dag, ein djarvur høvundi og intellektuellur, tí hann hevur verið í vanda fyri at kunna fáa fongsul, fyri at hava tosað um armenarnar. Høvundin, tann vælkendi viðmerkjarin Kim Simonsen, vísir á, at vit hava í Vesturheiminum langan sið fyri at finnast at samfelagnum og religión, hetta er ikki so við islam, her er Pamuk helst eitt dømi um ein sum nærum varð revsaður fyri síni orð.
Tað kemst ikki uttanum, a henda virðislønin hevur ein ávísan politiskan týdning, tá hon verður latin. Fleiri altjóða eygleiðarar hava víst á, at virðislønin til Pamuk helst fer at fáa stóran politiskan týdning fyri Turkaland, hóast Pamuk ikki er vællýddur í heimlandinum. Turkar fara at vera stoltir av landsmanninum, sum sjálvur kann fara at fáa ta lættari við sínar landsmenn eftir hetta. Pamuk hevur roynt at byggja brýr millum eystur og vestur, millum islam og kristna heimin. Nobelvirðislønin er ein viðurkenning av m,a, hesum virksemi og tænir nevndini til miklan heiður sjálvsagt fyrst og fremst tí talan er um sera gávuríkan høvund. Her er talan um eina djarva og rætta avgerð.
Sosialurin