Milliónir fara undir Páskirnar í neyð, líðing, hungri og halli, armóð og vesældómi. Myndirnar av soraðum húsum og løstaðum, sum hvørki fáa vátt ella turt - tíðansheldur ta mest átrokandi læknahjálp, eru gerandiskostur í fjølmiðlunum. Sigurharrarnir reypa og fegnast við sigurin, alt meðan heilt ófatiligar líðingar sum ein endaleysur streymur fara framvið okkum eftir sjónvarpsskýggjanum. Sum í øllum kríggjum eru børnini verst fyri. Tey duga ikki at verja seg og koma sær tí í vanda ella tey verða rakt heima við hús. Øll tey særdu og lamløstaðu børnini í Iraq kundu komið undir læknahond alt fyri eitt, um sigurharrarnir høvdu viljan til tess. Men teir venda tíverri blinda eyga til tær líðingar og ta neyð, sum herferð teirra elvir civilfólkinum.
Kríggið móti Iraq kann fatast sum ein sigur fyri fólkaræði og frælsi. Tað vil tíðin vísa. Men moralskt hava sigurharrarnir tapt, um teir ikki alt fyri eitt tryggja lóg og landaskil, fáa heilsuverkið at virka, útvega neyðuga læknahjálp og heiluvág og endurreisa vatn- og orkuverkini, sum teir hava sorað. Alt hetta kostar bert ein brotspart av tí sum sjálvt kríggið kostar. Tað finst eingin umbering fyri ikki alt fyri eitt at seta í verk eina humanitera herferð, sum kann tryggja normal viðurskifti í Iraq. Men hetta tykist hava lítlan áhuga hjá teimum sameindu, og tí hava teirr politisku leiðslur í dag ein ovurstóran moralskan trupulleika.
Her hava vit bert nevnt Iraq, men støðan í øllum triðja heiminum bara versnar. Vesturheimurin gerst ríkari og ríkari, meðan menningarlondini gerast alt fátækari. Tað hevði tí sømt seg fyri ríka Vesturheimin at farið í hernað móti hungri, halli, sjúkum, fátækdømi, analfabetismu, politiskum harðskapi og so byggt eina Verð, har pláss er fyri øllum ? har øll eiga lívsins rætt og lívsfrælsi. Tað hevði ikki verið nakar lættur ella skjótur sigur. At vunnið tann sigurin hevði vart eini 30-50 ár, men tað hevðið verið ein varandi sigur, sum sømdi seg einum humanum, mentaðum og kristnum Vesturheimi. Hevði Vesturheimurin dugað at skoða Páskaboðskapin í ljósinum av hesari heimsmynd, hevði framtíðin verið ljós og bjørt fyri øll heimsins fólk ? og ikki bert tey vælbjargaðu.










