ODDAGREIN: Ov nógv deyðvekt á tingi

Tað eru sera áhugaverd sjónarmið, sum Uni Arge førir fram í tíðargrein her í blað­num í dag, nevnd »Egin­girnd og seráhugamál syndra land­ið«. Grein­skri­v­ar­in vil vera við, at vit í dag ong­an kær­leika merkja til land­ið frá lands­ins leiðslu, har fyrr­ver­andi vinnu­lívs­menn spæla sær ov­ast uppi, sum onga heild­ar­hugs­an hava um Føroyar, og sum lítið innlit tykj­ast hava í sam­fel­ags­menn­ing og søgu. Erpni og eg­in­á­huga­mál stýra teimum fyrst og fremst, skrivar hann.

Í Danmark hevur javnað­ar­­stjórn­in hjá Helle Thorning?Schmidt møtt stór­ari mótstøðu, tí hon hevur framt so nógv lyftisbrot. Undirtøkan hjá stjórn­ini og stjórn­ar­flokk­u­num sam­bært velja­ra­kann­ing­um er met­ván­alig - og har stendur so illa til, at eyg­leið­ar­ar geva stjórnini ongan kjans at halda fram aftan á valið, tí hon megn­ar ikki at vinna tað tapta inn­aftur. Orsøkin er tann einfalda, at flokk­arnir fóru til val upp á ein poli­tikk, sum teir ikki hava framt í verki - men hava gjørt beint tað øv­ugta.

Støðan kundi verið tann sama hjá okk­um. Men her verða flokkar ikki revs­aðir fyri lyftisbrot. Her verða lyft­is­brot brúkt taktiskt. Mál­ið um flatskattin er eitt, og málið um at hækka blokkstuðulin úr Dan­mark er eitt annað dømi um slík lyft­is­brot. Og at fólk í samgonguni virka sum atkvøð­u­neyt og ferð eftir ferð at­kvøða ímóti síni sannføring, tað tyk­ist ikki sørt margháttligt.

Vit hava eisini sæð ta broyting í før­oysk­um politikki seinnu árini, at tað snýr seg meira um at profilera per­són­ar heldur enn flokkar. Hetta før­ir við sær, at vit fáa fleiri fólk vald á ting og í kommunustýri, har hug­sjón­ar­liga grund­støð­ið ikki er í lagi. Ofta virkar tað, sum hesi fólk als ikki kenna sín egna flokk og sín egnu hug­sjón. Og við øllum land­i­um sum einum valdømi, er ein­stak­lings­dyrk­an­in styrkt. Fara vit aftur í tíð­i­na, so var betur áralag innfloks í øll­um flokk­um. Tá snúði tað seg um at »velja okkum« heldur enn at »velja meg«, sum øll siga í dag.

Kanska júst tað er orsøkin til tað, sum greinskrivarin kallar fyri deyð­vekt á tingi. Hann sipar tá til at­køvð­u­neytini, sum ikki tora at standa við sína egnu sannføring, men at­kvøða eftir boðum úr erva.

Øsingin og misstemningurin, sum vit hava sæð síðani valið er ikki ser­­liga up­p­byggj­andi. Tað hevði tí ver­ið ynsk­i­­­ligt, at ovasta politiska leiðslan dugdi betur at draga í felag. Sam­gongan tykist halda fast við sína í mongum førum arrogantu støðu, men ilt er fáa eyga á, hvar and­støðan er. Hon hevur hóast alt 14 um­boð í tin­g­i­n­um – og tað átti at giv­ið betur afturljóð.