ODDAGREIN: Orðaskifti í staðin fyri orðastríð

UPPSKOTIÐ til fíggjarlóg fyri 2001 er ikki kollveltandi, men almenningurin fær gott innlit í, hvat landsstýrið hevur í umbúna. Ikki minst innan samferðsluviðurskifti, har nógvar útbyggingar skulu gerast, eins og nógvar íløgur skulu gerast í skip, ferjur og tunnlar.

HARAFTURAT ætlar nýggi landsstýrismaðurin at umskipa ymiskar flutningstænastur, so privatpersónar ella feløg skulu reka hesar tænastur í staðin fyri, at Strandferðslan rekur tær. Í hesum sambandi er setningurin at gera eina útbjóðingarlóg, sum skal fevna um felst øll øki hjá Strandferðsluni.


TEy flestu vita, at Fólkaflokkurin hevur havt torført at góðtaka, at Strandferðslan hevur havt Farmaleiðir og Bygdaleiðir um hendi. Í nógv ár var tað fastur táttur hjá Dagblaðnum at skriva um teir reyðu lastbilarnar hjá Strandferðsluni. Men tað er nú einaferð so, at Strandferðslan bygdi upp hesar tænastur, har ongar tænastur vóru frammanundan. Tað ber altíð til at kjakast um, hvussu tað hevur gingið, men sum heild er tænastan vælvirkandi og fólk eru kring landið fegin um, at tað hevur borið til at fáa pakkar og flutning til dyrnar ? ella nærum.


TÍÐIR broytast, og nú eru vit í eini tíð, har vanligt er at bjóða ella lisitera út tænastur. Skulu vit ganga hesa leið, so er ógvuliga umráðandi, at lógargrundarlagið er gott, og tryggjar, at vit ? virki og einstaklingar ? fáa ta optimalu og neyðugu tænastuna. Somuleiðis mugu sáttmálarnir verða soleiðis, at øll tey almennu áhugamálini vera tryggjað.


SPURNINGURIN, hvussu nógv og hvørjar almennar tænastur skulu bjóðast út, ella almennir stovnar skulu reka tær, er ofta ein spurningur, sum skilur vinstra og høgra í politikki. Tað hevur higartil verið gott latín, at tað almenna skal reka tænastur, sum ofta eru eitt úrslit í strembanini at byggja upp eitt gott vælferðarsamfelag. Men seinastu árini hevur gongdin verið at luta ymiskar tænastuveitingar út. Tað verður ásannað, at tænastan er komin upp á beinini, og at tað er ikki neyðugt, at tað almenna sum so hevur tænastuna um hendi í allar ævir. Serliga ikki, um tað er rationellari og bíligari at lisitera út.


Í Evropa hava flokkar til vinstru ikki bara tikið undir við slíkari hugsan, men hava eisini gingið á odda at umskipa nógvar av teimum almennu tænastunum. Í Føroyum er enn skotgravskríggj um henda spurningin. Meiri áhugavert hevði verið at fingið eitt veruligt orðaskifti um henda spurning.