Tað var skiparin á Lómi, Amaliar Haraldsen, sum sunnudagin fekk eygað á boripallin Transocean Rather. Frá brúnni kundi hann síggja gassloga, sum er prógv fyri, at her verða kolvetni framleidd. Myndir av gassloganum geva nú umheiminum eina týðiliga ábending um, at her er nakað við at henda. Oljufeløg testa ikki ein brunn uttan at tey hava vónir og vitan um, at her veruliga er talan um eina rakstrarverduga oljukeldu.
Nú kundi so verið spurt, hví júst ein oljukelda í bretskum øki hevur okkara áhuga. Svarið er, at hon kann geva okkum ábendingar um, hvussu jarðfrøðiligu viðurskiftini eru rundan um eisini tvs. inni á føroyska landgrunninum. Her hevur tú eina oljukeldu, sum liggur mitt í basaltløgum, vitandi at alt tað føroyska økið er fjalt av basalti. Merkir hetta, at basaltið, sum varð hildið at vera ein forðing, kanska beint tvørturímóti nú er at meta sum ein møguleiki – sum nakað positivt!
Tað, sum er mest avgerandi fyri framhaldandi leiting, er, at tú hevur okkurt at fara eftir, onkra gularót um man so kann siga. Tá Rosebankkeldan varð funnin í 2004 var hon gularótin hjá feløgunum, sum buðu sær at vera við í 2. útbjóðing við Føroyar. Hetta fund vakti í veruleikanum áhugan hjá fleiri feløgum at bjóða uppá øki og her serstakliga tætt upp at markinum. Nú stendur so enn ein útbjóðing fyri framman. Og aftur nú fara vit helst at síggja ein vaksandi áhuga hjá feløgum at vera við, nú testingin av Rosebank gevur okkum eina ábending um, at her eru kolvetni í rakstrarverdugum nøgdum. Og ein møgulig framtíðar útbygging so tætt upp at okkara øki vil so aftur fáa stóran týdning fyri okkum eisini, tá hugsað verður um infrakervið og flutning av eitt nú gassi inn á meginlandið.
Henda oljukeldan á bretska landgrunninum kann gerast katalysatorurin og duraupplatarin til eina spennandi og virkna leiting á føroyskum øki komandi árini. Haraftrat kemur so Williambrunnurin, ið skal borast í heyst. Samanumtikið kann sigast, at ”avdúkingin” á brúnni á Lómi kann birta nýtt lív í aftur vónirnar, at fyrr ella seinni verða kolvetni eisini staðfest í ella undir basaltinum á okkara landgrunni. Oljan nærkast.
Sosialurin









