ODDAGREIN: Okkum tørvar breiðu semjuna

Danskir politikarar, donsk em­bæt­is­fólk og danskir miðlarnir hava ikki tikið væl ímóti uppskotinum um stjórn­­ar­skip­an Føroya, sum er úrs­lit av ar­beið­i­num hjá stjórn­ar­skip­an­arnevndin. Síðsta hóttanin kom frá for­sæt­is­mál­a­ráð­harr­a­num, sum á føroyavitjanini segði, at um Løg­tingið samtykk­ir uppskotið í ver­andi líki, so eru før­oy­ing­ar byrjaðir upp á loys­ing­ina.

Hetta sigur for­sætis­mála­ráð­harr­in, tí at løgfrøðingar í løg­mál­a­ráð­num danska hava tulkað uppskotið frá stjórnarskipanarnevndini so­leið­is, at føroyingar vilja hava loysing inn gjøgnum bakdyrnar.

Tað var í 1906, at vit fingu floks­být­ið á tingi. Og floksbýtið gekk bara út upp á at bólka ting­menn fyri ella ímóti Danmark: Sam­bands­menn og Sjálv­stýr­is­menn. Ein rætt­i­­liga heimføðisligur háttur at dríva politikk uppá, kunnu vit siga. Og somuleiðis mugu vit við skomm siga, at vit eru ikki komin ser­liga nógv long­ur í so máta enn.

Á sama hátt sum Andrass Sam­u­­­el­s­en og Jó­ann­es Pat­urs­son strídd­ust, stríðast vit framvegis um rík­is­­rætt­ar­ligu støðu Føroya. Kortini eru vit kanska ikki so ósamd kort­­ini, tí við uppskotinum frá stjórn­­ar­­skip­an­ar­nevnd­in hóm­ast ein semja, eitt konsensus millum før­­oysk­ar politikarar um, hvussu vit skulu definera okkum sum land og sum tjóð - uttan at hetta skal vera eitt upp­skot um at loysa Før­oy­ar úr ríkisfelagsskapinum við Dan­mark. Tað blíðkar fyri hugaðum monn­um.

Tí er tað so stórt spell, at tað ikki eisini skal blíðka fyri hugaðum døn­um. Tað er stórt spell, at for­sæt­is­mál­a­ráð­harr­in - sum betur enn nakar ann­ar dansk­ur pol­it­ik­ari eigur at skilja før­oyskan politikk - eisini skal fella í hesa grøvina, sum sjálvt skila­góð og pragmatiskt fólk á bæði sam­bands og tjóðveldisveinginum skilja: At tað er neyðugt at fáa eina tvør­pol­it­iska semju um stjórn­ar­skip­an okkara og eina semju um, hvussu vit skipa okkum sum tjóð, bæði innan fyri danska ríkið og uttan­fyri - um vit einaferð skuldu valt tað.

At billa sær inn, at Føroya Løg­ting ætlar at sníka eina loysing inn gjøgn­um bakdyrnar við hesum upp­skot­i­num er sim­pult­hen ov býtt. Tað er ikki klókt av for­sæt­is­ráð­harr­a­num at siga slíkt.

Um tað er nakað, sum føroyingar eru so nøkulunda samdir um, so er tað, at vit ikki vilja hava loysing. Um føroyingar vildu havt loysing, so høvdu loysingarflokkarnir havt meir­i­lutan á tingi.

Stundin er komin til at gevast við hesum stríði, sum fyllir alt ov nógv í politisku skipanini. Tí er ein semja um stjórn­ar­skip­an­ina kær­kom­in, og kann politiska skipanin kon­sen­tre­ra seg um at reka politikk, so er nógv vunnið.