Oddagrein·Nyrup

Hann var góður forsætisráðharri fyri Danmark, men hann var ikki serliga
góður politiskari leiðari fyri danska javnaðarflokkin. Týsdagin boðaði
Poul Nyrup Rasmussen frá, at hann fer frá sum formaður fyri danska
javnaðarflokkin, og at ein eyka landsfundur í desember skal velja
nýggjan formann.

Allir fjølmiðlar og eygleiðarar í Danmark eru samdir um, at Poul Nyrup
Rasmussen var ein góður forsætisráðharri. Saman við Mogens Lykketoft sum
fíggjarmálaráðharra fekk hann gongd á aftur búskapin. Teir
"kick-startaðu" búskapin, sum eitt danskt blað skrivaði nú í vikuni.

Tað hevði við sær, at arbeiðsmarknaðurin fekk brúk fyri nógv meiri fólk,
og so nógv arbeiðspláss vórðu skapað tey 9 árini, Poul Nyrup Rasmussen
var forsætisráðharri, at arbeiðsloysi, sum hevði verið stórt líka síðani
oljukreppurnar í 70-árunum, minkaði niður í nærum einki.

Harafturat hevði búskaparligi vøksturin tað við sær, at fíggjarligu
hallini hvurvu. Danmark rindar eisini av álvara niður
uttanlandsskuldina, sum vaks seg stóra í teimum fyrstu kreppuárunum, tá
javnaðarstjórninirnar hjá Anker Jørgensen ikki fingu bilbult við skeivu
búskapargongdini.

Samstarvsfelagarnir Poul Nyrup Rasmussen og Mogens Lykketoft prógvaðu,
at eisini ein javnaðarstjórn kann fáa og hava skil á búskapinum, sum var
ein av borgarligu ræðumyndunum í 70- og 80-árunum! Men tann búskaparligi
vøksturin og tey nógvu arbeiðslplássini taldu ikki við í hugaheiminum,
tá krossurin varð settur 20. november ífjør.

Danski javnaðarflokkurin fekk ein so dyggan lúsing, at hann fyri
fyrstuferð í meiri enn 70 ár ikki var størstur á Fólkatingi. Tá skuldi
Poul Nyrup Rasmussen havt lagt frá sær, men hann valdi at vera sitandi.
Hann hevur arbeitt við at skapa eina endurnýgging, uttan at tað er
vorðið greitt, hvørja kós henda endurnýgging skuldi hava.

Hann hevur ikki megnað at skapa flokkinum nakran profil sum
andstøðuflokkur, og hann hevur ikki megnað at fáa býtt veður og vind
líka og fáa røttu persónarnar í tey ymisku álitisstørvini í politiska
arbeiðnum á Kristiansborg. Tað evur verið so galið, at eygleiðarar siga,
at tann borgarliga stjórnin hevur fingið alt ov nógvan frið at reka sín
egna politikk.

Hóast nógvar ymiskar - og ikki sørt negativar - metingar um Mogens
Lykketoft, eru allir eygleiðarar samdir um, at hann kann savna flokkin
og geva Anders Fogh Rasmussen ein skarpan gang. Báðir eru gløggir og
kønur í búskapi, so har verður óivað mangur hanakampur at hoyra og
síggja í framtíðini.

Men flestu eygleiðarar seta spurnartekin við, um hann kann vinna danska
javnaðarflokkinum stjórnarvaldið aftur á næsta vali. Tað eydnast neyvan,
halda teir.

Fyri føroyingar verður Poul Nyrup Rasmussen settur í samband við
kreppuna, hóast Anders Fogh Rasmussen og Poul Schlútter høvdu lagt
kósina frammanundan. Hann taklaði ikki serliga væl ynskini hjá sitandi
samgongu um fullveldi við skiftistíð og hann var óivað medvirkandi til,
at Javnaðarflokkurin ikki fekk mann valdan á seinasta fólkatingsvali.

Sosialurin