Okkara trygdarpolitikkur - hóast talan er um eitt danskt málsøki - kemur
fram í fleiri løgtingssamtyktum. Tann fyrsta er frá 1940, tá Løgtingið
boðar frá, at tað er "støða tingsins at halda Føroyar uttanfyri bardagan
og ósemjuna landanna millum". T.m. at fólkavalda tingið sigur, at
Føroyar skulu vera óheftar. Hesa støðu hevur eingin síðani sett
spurnartekin við.
Eftir at NATO hevði avgjørt at byggja støðir her á landi, mótmælti
Løgtingið, og samtyktin er endurtikin tvær ferðir. Í 1970 samtykkir
Løgtingið "at Føroyar verða hildnar uttan fyri ósemjur landanna millum
og hermálsligar samgongur" og Løgtingið mótmælir "at hermenn verða
knýttir at Sornfellis- ella Eiðisstøðini og noktar fyri, at krígsútgerð
verður goymd á føroyskum land- ella sjóøki". Hetta hevur verið
Løgtingsins støða higartil, hóast hvørki Danmark ella NATO hava virt
hana.
Samtyktin frá 1970 er ein herðing, tí upprunaliga orðingin "ósemjuna" er
broytt til "ósemjur" og harafturat staðfestir Løgtingið, at Føroyar
skulu haldast uttan fyri "hermálsligar samgongur". V.ø.o. skulu Føroyar
vera óheftar - neutralar. Hóast Føroyar avgjørt hava stuðlað
vesturlendskan verjupolitikk, staðfestir samtyktin, at vit vilja haldast
uttanfyri.
Eingin hevur skotið upp at broyta hesar samtyktir. Men nú eru hesar
samtyktir, sambært løgmanni, ein forðing fyri, at Føroyar kunnu virka
sjálvstøðugt á hesum øki, og tí má ein nýggj samtykt gerast. Eitt annað
er, at tær eru neyvan í samljóð við heimspolitisku støðuna ídag.
Hetta er eitt álvarsamt mál, og uppaftur meiri álvarsamt er, at
landsins stýri ikki er samt um, hvussu okkara trygdarpolitikkur skal
orðast. Uppskotið hjá løgmansskrivstovuni er ikki alment kent, men formaður
Tjóðveldisfloksins hevur fleiri ferðir boðað frá, at vit skulu verða
samráðingarpartur á hesum øki, og at einki skal kunna gerast, uttan at vit
góðtaka tað. Hóast málsøkið er danskt, er tað óivað føroyskur
fólkavilji, at í málinum um trygdar- og verjupoltikk ber ikki til, at
danir gera, sum teimum lystir. Tað er ikki demokratiskt, og føroyingar
eiga, sum støðan í dag er, at hava avgerandi orðið at siga.
Trygdar- og verjupolitikkur er týðandi landsmál, og tað hevur stóran
týdning, at Løgtingið er samt. Tí eiga løgmaður og varaløgmaður ikki
at halda fram at gera uppskot og mótuppskot, men taka upp samráðingar
millum landsstýrið og andstøðuna um eina nýggja samtykt. Henda má vera í
samljóð við støðuna í Føroyum og heimspolitisku støðuna í dag, og sum
endurtekur óheftu støðu Føroya og staðfestir rættindi Føroya á hesum
øki.
Sosialurin