Ikki tí. Eitt slíkt tilmæli um ikki at fara undir verkætlanina var í
samljóð við samtyktirnar á Løgtingið um uttanveltaðu støðu Føroya, og at
hervald ikki skal vera á føroyskum land- og sjóøki. Men vit vita, at
poltiska støðan í Føroyum er broytt.
Fólkaflokkurin hevur í meiri enn 20 ár talað fyri NATO. Hann broytti
áskoðan í 70 og 80-árunum til at vera ein NATO viðhaldsflokkur, og
millum reglurnar hava fólk kunnað sæð, at flokkurin hevði einki ímóti
NATO-støðunum og at Føroyar vóru eitt bumbumál.
Í klombrum kann annars viðmerkjast, at fyrrverandi oddamaðurin í
Fólkaflokkinum, Hákun Djurhuus, legði uppskotið um hernaðarsamtyktina í
1960 fyri Løgtingið. Hann royndi tá at rópa líka hart sum tjóðveldismenn
- m.a. Karsten Hoydal - og aðrir á vinstraveingi ímóti herstøðunum og
ímóti táverandi løgmanni, P.M. Dam, tá hesin hevði fingið herstøðirnar
meira ella minni kroystar niður yvir seg, tá hann tók við sum løgmaður.
Men vit hava lov at broyta meining, og vit hava eisini sæð, at
Sambandsflokkurin er ikki so nógv ímóti NATO meira, eins og nýggi
formaður Tjóðveldisflokksins hevur verið rættiliga lunkaður í hesum
máli.
At fólk og flokkar broyta meining í dag er ikki so løgið. Heimurin er
ein annar. Kalda kríggið er av og aðrir vandar lúra. Men fyri tað at
Kalda kríggið er av, er ikki neyðugt at pilka við hernaðasamtyktirnar.
Tann fyrsta varð eisini gjørd í 1940 - langt áðrenn Kalda kríggið var
íkomið - og vilja føroyingar ikki framvegis vera uttanveltaðir?
Harafturat skal havast í huga, at vit kunnu ikki, um vit hava eina
sjálvsvirðing sum ein tjóð, bara góðtaka NATO og NATO-støðirnar her á
landi, sum er bygdar og settar upp, uttan at føroyingar vóru spurdir
eftir. Bara løgmenninir vóru kunnaðir!!! Og ætla danir at góðtaka, at
NATO byggir út ímóti einum føroyskum fólkavilja, verður tað neyvan til
frama fyri samstarvið í ríkisfelagsskainum.
Eisini skulu vit minnast til, at eisini í hesum máli, duldu danskir og
NATO-myndugleikar verkætlanina sum longst fyri føroyingum, so her er
talan um ein moralskan og fólkaræðiligan trupulleika, sum vit ikki kunnu
góðtaka.
At so formaðurin í Uttanlandsnevndini í tíðindaskrivinum hevur tikið
munnin nakað fullan, og aðrir nevndarlimir - serliga Fólkaflokkurin -
ikki tekur undir við endaligu orðingunum til løgmann um "ikki at geva
loyvi", men bíða til eitt aðalorðaskifti um málið, er eitt annað mál,
har síðsta orðið neyvan er sagt enn.