Landsstýrismaðurin sigur, at hann hevur fingið eina bundna uppgávu frá løgtinginum, og tað er privata verkætlanin um tunnil millum Skálafjørðin og Havnina.
Sambært landsstýrismanninum, so hevur løgtingið samtykt, at soleiðis skal tað verða, og tí kannar hann ikki aðrar møguleikar.
Tað er ørkymlandi at eygleiða slíka politiska handfaring.
Løgtingið er vitandi um, at Eysturoyartunnilin – um hann verður gjørdur á privatum grundarlag, so sum landsstýrið vil – verður 800 milliónir krónur dýrari, enn um tað verður tað almenna, sum fremur verkætlanina. Sambært Landsverki, so verður byggikostnaðurin tann sami, men váðaískoytið, sum lánsveitari fer at leggja oman á rentuna til ein privatan veitara, er væl hægri, tí kredittvirðið er lægri hjá tí privata enn hjá tí almenna ánaranum.
Sambært Landsverki er orsøkin, at tann privati ikki kann ikki veita somu trygd, sum tað almenna. Og sambært útrokningunum frá Landsverk er kostnaðurin, um hann skal síggjast av brúkarunum yvir eitt 20 ára skeið, av hesi orsøk um 800 milliónir krónur hægri í dagsvirði. Hetta svarar til ein ferðaprís, sum liggur um 40 prosent hægri, enn um hann var alment fíggjaður.
Eitt er so tað, at politiski myndugleiki ignorerar hesa upplýsing. Men verri er, um landsmyndugleikarnir arbeiða í blindum og ikki vilja kanna aðrar møguleikar, sum kunnu gagna landinum betri og sum fleiri borgarar fáa ágóðan av. Greitt er, at um privata verkætlanin verður veruleiki, so bindur landið seg til ikki at gera aðrar ábøtur , sum kunnu metast at vera í kapping vi ein privatan tunnil og sostatt máa grundarlagið undan honum.nógv ár fram í tíðína.
Tá politikarar arbeiða á hendan hátt, so er tað tí, at »målet helliger midlet«. Úrslitið er ásett frammanundan, tí politikarar hava start seg blindan upp á eina ávísa verkætlan.
Vónandi kann onkur sláa kalt vatn í blóðið hjá politikarunum, so besta og mest gangnliga verkætlanin verður framd.