Stuttligt er sum søgan endurtekur seg. Forgangarin hjá Miðflokkinum, Kristiligi Fólkaflokkurin sleit samgonguna í 1988. Hetta slit var ikki vegna fíggjarligt mál ella nakað annað. Tann samgongan varð slitin við Javnstøðulógini sum grund. Nú í 2002 rumbla reaktioneru kreftirnar aftur. Bill Justinussen landstýrismaður hevur valt eina Siðsemisnevnd, har reaktiónerar kreftir ella ein átrúnaðarligur minniluti í Føroyum eru umboðaðar, uttan tó, at fólkakirkjan hevur eitt umboð.
Landstýrismenn hava í nýggju stýriskipanarlógini sera víðar heimildir, men tíverri sær út til, at ikki øll eru vaksin nokk til at hava hesar heimildir. Tað var sera avdúkandi at hoyra, at Bill Justinussen gekk út frá, at ein frílyntur landstýrismaður ivaleyst hevði sett frílynt fólk í Siðsemisnevndina. Hetta er fullkomuliga skeivur hugburður. Fólk skulu veljast í eina nevnd, tí man gongur út frá, at tey hava skil fyri økinum, tey skulu fáast við og umboða tey áhugamál, ið eiga at umboðast í slíkum nevndum. Tað má ikki gerast til ein spurning, um man er frílyntur ella ikki. Um man kennir viðkomandi ella ikki. Siðsemisnevndin er soleiðis háttað, at atlit mugu takast til breiða umboðan frá teimum instansum, sum nú einaferð fáast við slík mál, sum til dømis fólkakirkjan.
Valið av limum í siðsemisnevndina var ikki heppið, men var annað væntandi frá Miflokkinum? Hjá nógvum gjørdist glasið fult, longu fáar dagar eftir, at samgongan var skipað, tá fosturtøkumálið var viðgjørt. Fólkaflokkurin hevur altíð verið rættiliga reaktionerur, men nær verður glasið fult hjá Tjóðveldisflokkinum? Nær fer formaður Tjóðveldisfloksins at viðganga, at tað var eitt mistak, at fara í samgongu við Miðflokkin? Vónandi verður tað skjótt, tí tað gongur við sjeymílafetum tann skeiva vegin, tá tað kemur til toleransu og virðng fyri okkara medmenniskjum. Tingkvinna Tjóðveldisfloksins Annita á Fríðriksmørk segði tað so gott, tá hon segði, at ein lítil minniluti framdi diktatur móti meirilutanum. Nú verður bara spennandi at síggja, hvat Tjóðveldisflokkurin ætlar at gera við tað, tí tey sita sjálv sum garantar fyri, at Miðflokkurin sleppur at føra sín politikk út í lívið. Livst so spyrst.