ODDAGREIN: Nógvir eru flosklarnir

Nógvir flosklar eru at hoyra í hes­um døg­um, nú flokkarnir kropp á kroppi leggja fram sínar valskráir.

Sambandsflokkurin, Javn­að­ar­f­lokk­ur­in, Mið­flokk­ur­in og Tjóð­veldi løgd fram sínar val­skrá­ir fyrr í vik­uni, og í gjár var tað Fólk­a­flokk­ur­in.
Okkurt stendur eftir: Sambands­flokk­ur­in vil hava fleiri pengar úr Dan­mark. Hann vil prísdalsviðgera blokkin – og rokna hetta aftur so­leið­is, at vit við aft­ur­virk­andi kraft fáa end­ur­gold­ið ein­ar 150-200 mill­i­ón­ir, sum vit hava mist, síð­ani løg­ting­ið gjørdi av, at blokk­ur­in ikki skuldi prís­tals­við­ger­ast.
Tjóðveldisflokkurin tosar um at fáa ferð á Før­oy­ar. Tey tosa um »okk­ara land og okk­ara á­byrgd«, og at eing­in ann­ar skal skapa loysn­ir­nar fyri okkum. Vit skulu skifta kós og taka á­byrgd – og so vil Tjóð­veldi hava 55.000 fólk í Føroyum í 2020.
Javnaðarflokkurin tosar um eina skatta­­um­legg­ing. Flokk­ur­in hev­ur – sum tann einasti higartil – lagt fram eina ætl­an um, hvussu hann ætl­ar sær at broyta skattingina so­leiðis, at lág- og mið­al­inn­tøk­ur sleppa lætt­ari, með­an vinn­an eins og til dømis úti­sigl­ar­ar skulu skatt­ast harðari.
Í gjár kom so Fólkaflokkurin við sín­­um. Tey vilja eisini hava skatt­in nið­ur, og tey vilja eisini breiðka skatta­grund­ar­lagið eins og Javn­að­­ar­­flokk­­ur­­in – at fáa meira skatt frá teim­um, sum arbeiða úti í heimi. Men tað verður ikki við at taka frá­drátt­­in frá føroyskum sjófólkum, men við at samráðast um at broyta dup­ult­skatta­av­tal­ur við onnur lond so­leið­is, at Før­oyar fáa meira av skatt­i­num, með­an hini lond­ini fáa minni.
Fólkaflokkurin heldur, at vit skulu hava eina flat­skatt­a­skip­an, har eing­in skal gjalda meira enn 40 pro­sent í skatti. Flokkurin heldur eis­ini, at vit skulu rationalisera í al­menna geir­a­num, vit skulu út­veita og leggja stovn­ar saman – alt hetta, sum til­sam­ans sam­bært Fólka­flokk­i­num er at vaksa til javn­vág.
Tað er gott, at pol­it­isku flokk­ar­­nir taka seg sam­an og skera út í papp sín pol­i­tikk. Men orsøkin til, at hetta blívur so floskl­a­kent er kanska, at als einki sam­an­hang er í tí, sum flokk­a­r­nir føra fram. Vit vita, at minst trígg­ir flokk­ar fara at sam­starva aftan á valið. Men vit hava ikki ánilsi fyri hvørjir.
Allir flokkar hava sitið við á­brygd, men tað tyk­ist sum um flokk­ar­nir vilja billa okk­um inn, at teir júst eru komn­ir inn á pol­it­iska pall­in – og tí royna at fyri­gykla okk­um sín­ar bær­i­ligu ætlanir.
Tað sum hevði skapt respekt var, um flokk­ar gingu saman og greitt søgdu, hvønn veg tey vilja fara, so velj­arin veru­liga hevur eitt val val­dagin.