Eftir hetta kemur Sosialurin út við trimum útgávum aftrat og eru tvær teirra veruligir tungvektarar. Ì blaðnum tollaksmessudag er sera rúgvusmikið jólablað. Tað hevur verið vanligur siður nú í mong mong ár, at øll blaðfólkini undir kønari hond hava fingið litið upp í hendi at gera eina serstaka søgu til ársins jólablað. Og úrslitið er gott kunnu vit siga. Í jólablaðnum er lesitilfar til øll jólini og nýggjárið við. Her er sera fjølbroyttur og forkunnugur lesnaðar, sum vit sjálvandi vóna, at okkara lesarar taka væl ímóti. Men eisini um nýggjársleitið gera vit meira burtur úr, tá vit í ársins seinasta blað fara at líta aftur um bak men eisini gloppa hurðina til nýggja árið.
Eisini hinir miðlarnir, sum Miðlahúsið umsitur, Rás2 og Portalarnir, fara at vera virknir restina av árinum, eisini tá einki blað kemur á gøtuna. Rás2 hevur longu verið í jólahýri í eina tíð og jólaradio á rásini fer at halda fram.
Men tað eru so eisini tíðir í árinum, har blað og rás hvíla. Ta tíðina er tó Føroya mest vitjaði portalur, Portalur.fo alvakin. Hendingar, burturi sum heima, verða at síggja á PORTALINUM nærum alt samdøgrið. Fólk við tilknýti til Miðlahúsið eru á vakt og fylgja við, um okkurt serligt er á vási. Og brúkararnir eru vælkomnir at senda tíðindi og myndir frá onkrari serstakari hending.
Og sum undanfarnu ár fara vit eisini at geva ÚTISETUM møguleikan at senda jóla- og nýggjársheilsan, sum verður at síggja á PORTALINUM. Høvið er tá eisini at senda eina mynd við, sum so saman við heilsanini fær innivist á Portalinum í jólavikuni. Treytirnar fyri at vera við er at orða seg stutt og greitt. Heilsanin skal sendast til jol@sosialurin.fo
Sosialurin