Talan er um Verkfrøðingafelagið, Arkitektafelagið, Byggifrøðingafelagið og Magistarafelagið. Tað ljóðar, at hesi feløg eru á veg upp í fusionerað felag, Føroya Akademikarafelag, ið ivaleyst fer at líkjast nógv tí danska AC. Tá ið hetta verður veruleiki, verður ivaleyst lættari at samskipa virksemið og harvið eisini lættari at samráðast við Lønardeildina, sum í sínum lagi fer at fáa fyrimun av at samráðast við eitt og ikki fýra feløg. Fyri báðar partar eigur hetta at kennast sum stig rætta vegin. Nýggjar tíðir.
Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið eru í samráðingum. Tað eru nýggjar tíðir á tann hátt, at bæði fiskimenn og reiðara hava valt nýggja leiðslu. Óli Jacobsen og Jákup Sólstein hava mangar ferðir verið í samráðingum, og tað hevur verið eyðkenni, at tað hevur eydnast at gera semju, uttan at talan hevur verið um verkfall ella lockout.
Ásetingarnar siga, at áðrenn tað verður arbeiðssteðgur, skal semingsmaðurin upp í samráðingarnar. Semingsmaðurin hevur verið í sambandi við FF og RF men enn hevur ikki verið nakað serligt at hoyrt um semju og nýggjan sáttmála.
Nýggi formaðurin í Fiskimannafelagnum hevur ofta – bæði áðrenn og aftan á at hann varð valdur – nevnt møguleikan um at leggja flotan, um fiskimenninir ikki fáa meiri burturúr. Serliga verður fokuserað á eftirlønina og á, at skipanin við ALS er órímulig ímóti fiskimonnunum. Tónin er nýggjur. Spurningurin er, um tað fer at eydnast at røkka semja, uttan at flotin verður lagdur.
Pedagogfelagið spældi við musklunum, eftir at teir og kommunalu arbeiðsgevararnir fóru hvør til sítt í gjár. Arbeiðssteðgur varð lýstur frá klokkan 11 í morgun og í eitt samdøgur. Í apríl í fjør varð lóg um fastan gerðarrætt samtykt. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava góðtikið mannagongdina, og í morgun hevur fasti gerðarrætturin kolldømt ætlanina hjá Pedagogfelagnum, og ætlaða verkfallið er avlýst. Skipanin og avgerðin í morgun boða frá nýggjum tíðum á arbeiðsmarknaðinum.
Í kvøld skipar Pedagogfelagið fyri fundi í Miðlahúsinum, har politisku flokkarnir fara at viðgera spurningar, sum hava við arbeiðsøkini hjá pedagogunum at gera.
Sosialurin