Oddagrein· Nú er well !

Tað frættist í farnu viku, at sambands og javnaðarflokkurin umhugsa sína støðu í grundlógarnevndini. Samstundis er eitt eljustríð um, hvussu fjølmiðlarnir skulu bera seg at í politisku debattini, eitt stríð um atferð, eitt stríð um hatur og briksl.

Vit mugu tí siga sum maðurin á sinni: nú er well!

Kjak er gott, og at stríðast fyri politiskum sjónarmiðum er gott, men tað skal valdast.

Ríkisfelagsvongurin í løgtinginum eigur at taka fullan lut í grundlógarnevndini. Tann nevndin kann gerast ein platformur fyri politiskum semingsroyndum í Føroyum. Allir floksformenn sita nú í nevndini og arbeiða víðari við nøkrum tankum, sum hava búnast í nøkur ár. Tann hugfarsligi fólkalívsfrøðingurin sum formaður og tey fólk, hann hevur havt afturat sær, hava klárað at gróðursett nakrar teoretiskar tankar, sum nú eru um at vera búnir politiskt.

Hans Pauli Strøm legði á ráðstevnuni hjá nevndini í vár fram sítt boð uppá eina semju, og fólk í øllum politiskum heraðshornum tóku undir vit hansara ella líknandi tankum.

Nú er so kjansurin at fáa loyst tann politiska knútin, sum hevur bundið okkum fast í botn tjóðskaparliga í so nógv ár. Lagt er upp til, at vit semjast um nøkur viðurskfiti. Man skal siga, hvør vit eru, og hvar vit eru, og hvar vit kunnu fara.

Allir flokkar mugu fáa sítt. Serliga týðandi fyri sambandsflokkin er ikki at brúka orðið grundlóg. Fyri allan ríkisfelagsvongin betýðir tað nógv at staðfesta, at tá man broytir støðuna er tað ikki líka so lætt sum at broyta vanligar lógir. Til hetta skal onkur serstøk mannagongd skipast., helst við eini bindandi fólkaatkvøðu.

Fyri sjálvstýrisflokkarnar er tað viktugt at samtykkja, at vit eru eitt fólk, vit hava rætt at gera av okkara egnu lagnu, at vit í Føroyum eru samd um tað. Orð sum tjóð og sjálvsavgerðarrættur eiga at verða nevnd.

Her mugu øll vera við. Tað ber heilt einfalt ikki til, at vit ikki kunnu semjast um hesi viðurskftini og um eina nýggja stýrisskipan fyri Føroyar. Hetta landið er ikki nóg væl stýrt, og er tað nakað, sum tey fólkavaldu skulu taka sær av, so er tað sjálvari skipanini ? herundir eini tjóðskaparligari semju.

Sambands og javnaðarflokkurin eiga tí at fara uppí royndirnar at fáa tjóðina at semjast.

Í Suðurafrika skipaði Nelson Madela fyri eini nevnd at skapa ?Sannleika og Semju?. Grundlógarnevndin kann síggjast sum okkara Sannleika og Semjunevnd.

Semjan má tó eisini røkka nógv longur. Semjan má røkka til, at fólk, sum hava skeldast og barst síðani valið í 1998, ella kanska longri síðan, binda frið og semjast. Ongin má taka patent uppá at hugsa um vælferð, ongin má taka einkarrætt uppá at vera føroyskur, ongin má siga seg vera meiri verdan enn onnur sum menniskja, politikari ella føroyingur.

Serliga skal frá Sosialinum ein hond til semju og brøðralag verða rætt út til øll fullveldissinnað í Føroyum. Farnu árini hava verið ein kampur, og nógv av okkum hava reagerað við kenslum. Fullveldi, ríkisfelagsskapur og vælferð ? hesi hugtøkini sita í merginum og í sálini. Tí reagera fólk ofta ov harðliga, tí kemur briksl, og tí kemur hatur ella kenslan av hatri fram.

Sosialurin skal tí sum tann fyrsti royna at ganga í seg sjálvan í leitan eftir sannleika og semju og sløkkja og útihýsa hatri.

Lat okkum semjast. Lat okkum koma víðari. Lat okkum gera eitt nationalt kompromis.

Sosialurin