Náttúrubroytingarnar fara at gerast ógvusligar, vatn-støð-an í høvunum fer at hækka og trot verð-ur á drekkivatni. Ógvusligur skerpingur, vaks-andi oyðimerkur og fleiri og ógvusligari ódn-ir fara at gerast um ikki dagligur kostur so alt meira vanlig fyribrigdi enn í dag.
Broytingarnar elvdar av mannaávum fara ikki bert at hava fylgjur fyri náttúruna. Broyt-ing-arnar fara eisini at bera við sær stór-ar búskaparligar og sosialar fylgjur. Av tí at hesar broytingar fara at raka Afrika og Asia meinast, fara teir fátækastu partarnir av mannaættini at verða harðast raktir. Mill-i-ón-ir av fátøkum fólki fara at gerast uppaftur meira fátækar, og kann hetta aftur leiða til sos-i-alan ófrið, kríggj og ómetaliga stórar mongd-ir av flóttafólkum. Men enn er bót á borði. Hóast døpru útlitini, so ber til at venda gongdini, hóast tað fara at ganga mong ár, áðrenn heimurin og mannaættin fara at merkja batarnar. Men her batar ei bøn, her má gerast nakað, og her er eingin onnur gongd leið enn at fáa tamarhald á teimum mann-askaptu útlátunum, soleiðis, at komandi ætt-ar-lið ikki skulu svíða fyri okkara gramheit og fyrilitsleysu nýtslu av heimsins tilfeingi.