Hetta sigur helst nakað um arbeiðslagið. Vit kunnu gita, um hetta er tí, at tingfólk eru troytt og vilja hava jólafrí, ella um orsøkin er, at tess skjótari tey fáa hurrað málið ígjøgnum uttan spurningar, tess lættari er tað at fáa málið samtykt, tí eingin fær stundir at seta spurningar, sum kunnu draga málið út ella fáa tað at detta sundur.
Vit skrivaðu á hesum stað, at Javnaðarflokkurin hevði spent bogan so nógv í samgonguni seinastu dagarnar, at hann kundi ikki slaka - uttan at verða gjørdur totalt til láturs. Nú kenna vit ikki tilgongdina í fíggjarnevndini, men eftir øllum at døma hevur flokkurin vunnið ljóð fyri fleiri av sínum hjartamálum.
Eitt av hesum málum var lønarafturbering til almanna-, heilsu- og skúlaøkið. Her vórðu frontarnir settir hart upp, ikki minst av formanni Javnaðarfloksins, sum eisini er fíggjarmálaráðharri, sum gjørdi greitt undir samráðingunum, at lønarhækking fór at føra til uppsagnir. Men hetta broytti fíggjarnevndin. Sama var við javningini av pensjónum upp á eitt prosent, eins og broytingar eisini vórðu gjørdar soleiðis, at heimið til sinnisveik í Vági verður klárt at taka í nýtslu, sum ætlað.
Fíggjarnevndin vrakaði eisini ætlanina hjá landsstýrinum at hækka avgjøld á brenniolju til sethús. Uppskotið um at lækka mjólkastuðulin var eisini broytt, eins og uppskotið um at leggja umhvørvisgjøld á flogfør og skip eisini varð vrakað.
Fíggjarkarmurin var, at hallið fyri 2011 kundi í mesta lagið vera 599,9 milliónir. Hetta broytti nevndin eisini soleiðis, at samtykta uppskotið hevur eitt hall upp á 468 milliónir krónur. Somuleiðis er fyri fyrstu ferð í sambandi við fíggjarlóg samtykt eitt tilfeingisgjald.
Ultimatumið frá Javnaðarflokkinum til løgmann framman undan fíggjarlógarviðgerðini var annaðhvørt »at reka fyrilitarleysan borgarligan sparipolitikk saman við Fólkaflokkinum ella at taka neyðug stig til at tryggja føroyska vælferðarsamfelagið saman við Javnaðarflokkinum.«
Um »borgarliga mjørkatámið«, sum Javnaðarflokkurin hevur verið huldur í, kámast, ella um flokkurin er við at læra seg at siga, hvar skápið skal standa - kunnu vit kjakast um. Men eyðsæð er, at skal flokkurin vinna sær undirtøku aftur, so má hann vísa sína hugsjón í verki við politiskum úrslitum.