ODDAGREIN: Mugu nú prógva sítt virði

privatum fel­ag ella einum almennum felag tyk­ist nú rættiliga at kloyva bæði sam­gongu og ávísar politiskar flokk­ar.

Málið um, hvørt Skála­fjarð­ar­tunn­ili­n skal gerast av einum Javnaðarflokkurin hevði floks­leiðsl­u­fund fríggjakvøldið, har fund­ur­in gav floksformanninum sín fulla stuðul til, at ætlanin við Skála­fjarð­ar­tunlinum skal gerast av ein­um almennum felag og ikki av einum privatum, s0 sum sam­gong­an ætlar.

Men tann støðan hjá flokkinum sam­pakk­ar ikki við ætlanina hjá Ger­hardi Lognberg, sum alment hev­ur givið til kennar, at hann ætlar at bjarga samgonguni í hesum máli og at­kvøða fyri, at Kári P. Højgaard, lands­stýrismaður kann fremja sína verk­ætlan og fáa í hús sáttmálan við danska felagið Copenhagen In­fra­struc­ture ­Partners.

Tað er av sonnum ein marg­hátt­lig støða, sum Javn­að­ar­flokk­urin e­r í. For­maðurin er sjálv­ur upp­skots­still­ari til, at Skálafjarðartunnilin skal gerast av einum alemnnum fel­ag.

Men tað kann staðfestast, at for­mað­ur­in als ikki hevur fullan stuð­ul í tingmanningini. Tí ikki bert Gerhard Lognberg, men eisini Krist­in Michelsen á Tvøroyri hevur nú giv­ið til kennar alment, at hann ikki fult og heilt stuðlar sínum egna for­manni, men at hann eisini er til sølu, um hann fær tyggjað sær suð­ur­leið­ina.

Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi hevur verið frammi við somu sjón­ar­mið­um, at hann er til sølu – og um hann fær »rætta prísin«, so kann eis­­ini hann stuðla og bjarga sam­gong­uni í hesum máli.

Soleiðis kann tað henda, at ætl­an­in hjá Kára P. Højgaard verð­ur sam­tykt í løg­ting­i­num – men at meðan teir tríggir sam­gong­u­ting­menn­­i­nir, Bjarni Djurholm, Bárður Niel­­sen og Jenis av Rana atkvøða við sam­­gong­­uni, og Gerhard Logn­berg, Páll á Reyn­a­túgvu og Krist­in Mich­el­sen atkvøða við sam­gong­uni.

Tá er ruðuleikin at kalla full­kom­in.

Enn eru tó ikki allar suður syftar. Greitt er ikki enn, nær tingfundur verð­ur aftur. Men megnar and­støð­an ikki at savna seg um eitt upp­skot, áðrenn málið kemur aftur í ting­ið, so hevur andstøðun ikki veru­liga mótspælið, sum skal til fyri at vinna á samgonguni í hesum máli.