Mikines, sum listarmaðurin vanliga var kallaður, var millum teir fyrstu føroyingarnar, sum tók tað djarva og stóra stigið at fáa sær eina listarliga útbúgving. Og hetta var í eini tíð, tá list ikki var vanlig í Føroyum, og í eini tíð, tá eingin útbúgvingarstuðul var at fáa. Men vit kunnu í dag vera takksom fyri tað dirvið, Mikines hevði.
Tað skerst ikki burtur, at Mikines er klassikkarin í føroyskari list, og hann var tann føroyski listarmaðurin, sum fekk viðurkenning uttan fyri landoddarnar. Áhugin fyri list hansara er framvegis stórur. Framsýningar við verkum hansara verða nógv vitjaðar og tá listarverk eftir Mikines eru til sølu er stórur áhugi at keypa.
Mikines hevur tí havt stóran tydning í síni fyri at marknaðarføra føroyska list og Føroyar sum land, eins og aðrir listarmenn hava tað í dag. Tað er einki at ivast í, at hann hevur eisini verið við til at geva øðrum føroyskum listarfólkum íblástur, sum Ingávur av Reyni onkuntíð hevur sagt í samrøðum.
Hóast tað er ein fjórðingsøld síðani Mikines andaðist er hann framvegis livandi millum tey, sum hava áhuga fyri list. At hann hevur er eitt gott pláss á føstu framsýningini í Listarskálanum er ein sjálvfylgja, og tað er at fegnast um, at ein ætlan hevur tikið seg upp at byggja eitt listarsavn í Mykinesi við verkum eftir málaran, sum var føddur og vaks upp í hesi veðurbardu oynni.
Umframt at listin ríkar okkum, kemst ikki uttan um, at list - og mentanin sum heild - er ein góður umboðsmaður fyri land og ferðavinnu. Vit vita, at fólk leita langar leiðir fyri at skoða listarverk, og hóast okkara listarfólk ikki eru millum tey heimskendu, hava vit nógv góð og stór listarfólk, eins og áhugin fyri føroyskari list er stórur.
Nógv er broytt, síðani Mikines - tá hann eftir seinra heimsbardaga var fluttur aftur til Føroya - sigur seg sakna eitt listarligt umhvørvi. Tá hann flutti heimaftur eitt skifti í fimmtiárunum var tað broytt til tað betra. Men støðan tá kann ikki samanberast við støðuna í dag. Vit hava nógv listarfólk, sum mála burturav, fleiri atlier, og nærum hvørja viku lata nýggjar framsýningar upp.
Tað er tekin um, at vit hava eina blómandi mentan, sum vit sum einsaklingar og sum felagsskapur eiga at stuðla, tí listin er ein dýrgripur fyri landið og fær eisini nógv fólk uttan úr heimi at leita henda vegin.
Nú er at vóna, at framsýningin í Listarskálanum verður væl vitjað, og at tey ungu læra henda stóra listarmannin og verk hansara at kenna.










