Oddagrein· Miðeystur - ein krúttunna

Tað er komið sera dátt við hjá hóvligu arabisku londunum, at víðgongdir islamistar nú eisini eru farnir at gera um seg í tí annars friðsæla og friðhalgaða Jordan. Bumbuatsóknir í Amman í gjár hava gjørt av við umleið 60 sivil og løstað fleiri hundrað. Hetta er fyrstu ferð leingi, at víðgongdu islamistarnir gera um seg í Jordan. Spurningurin er so, hvat teir vilja við hesum og hvat tað næsta verður.

Hendingin kemur ikki so langt aftaná heldur óhugnaligu avdúkingarnar í Miðeystri, har iranski leiðarin á almennum fundi segði, at Ísrael skal ruddast burt av heimskortinum, og har frágreiðing frá ST vildi vera við, at syrialendska stjórnin átti sín lut í drápinum av fyrrverandi libanesiska stjórnarleiðaranum. Bæði Iran og Sýrialand verða løgd undir at hava samhuga við og stuðla teimum víðgongdu islamistunum, sum nú aftur eru uppá spæl í grannalandinum Jordan. Allar hesar hendingar og avdúkingar prógva meira enn nakrantíð, at Miðeystur er einki minni enn ein krúttunna.

Tað er greitt, at víðgongdu islamistarnir eru desperatir, nú tað ikki hevur eydnast teimum at seta dagsskránna og spjaða nóg nógvan ótta til at fáa muslimar í fleiri londum at gera uppreistur. Ein sera áhugaverd og sigandi dokumentarrøð í BBC, sum SVF hevur sent tvey týskvøld á rað og har triði partur verður sendur komandi týsdag, viðger nettupp hesar somu spurningar: hvussu teir víðgongdu islamistarnir aftur kunnu seta dagsskránna við m.a. at fara eftir sínum egnu. Tvs. hóvligum, ósekum og sivilum muslimum. Tá tað ikki hevur borið til hjá teimum at fáa fólkið við sær í eitt nú arabiskum londum sum Algier og Egyptalandi og Irak og Afganistan verður mest ræðandi og ógvusliga vápnið brúkt, nevniliga hetta at skapa ótta í kjalarvørrinum á sjálvmorðsatsóknum.

Spurningurin er bara, nær hetta elvir til móttrýst frá eins egnu. Nær muslimar reisa seg móti teimum mest viðgongdu av sínum egnu! Flestu av teimum deyðu í atsóknunum í Jordan í gjár vóru muslimar. Slíkar bumbuatsóknir kunnu gera, at muslimar sum heild í størri mun fara at venda sær móti sínum muslimsku brøðrum, sum byggja sína tilveru á morð og ótta. BBC filmarnir um óttans ringrás eru sera viðkomandi í júst hesum døgum, og teir geva okkum nakað at hugsa um, tí teir viðgera eisini óttans forsprákarar í okkara kristna heimi, her serstakliga USA. Vit eiga øll at fordøma hendingarnar í Jordan í gjár eins og vit ikki kunnu taka undir við, at lond sum Iran og Sýrialand stuðla terrorvirksemi.

Sosialurin