ODDAGREIN: Merkið í húnarhátt, harra løgmaður

»Alt ber til í politikki« - og »munur er á politikki og jura«. Hetta hevur løgmaður so ofta júkað. Tað er bara ein spurningur um at duga at samráða seg til røttu loysnina, sigur hann.

Hesa grundgeving hevur løgmaður so ofta nýtt, tá talað hevur verið um, hvussu ríkisrættarligu viðurskiftini kunnu bendast rætta vegin, uttan tó at Føroyar fara úr ríkisfelagsskapinum.
Júst hesa grundgeving átti løgmaður nú eisini at nýtt í sambandi við, hvørt sendistova Føroya í Íslandi skal flagga føroyskt ella danskt. Hetta hevur í roynd og veru einki við ríkisrættarligu tvístøðu okkara at gera, tí vit flagga øll føroyskt, alt frá konservativum sambandsfólki til víðgongd loysingarfólk.

Tað var so hugaligt at frætta, at íslendska sendistovan skal hava til húsa í søguligu Fútastovu í Havn, sum osar av søgu. Húsini hava hýst donskum embætisverki og frægum handilsvirkjum. Her var Nólsoyar Páll mangan á gátt hjá fútanum - eisini ta ferðina, hann jagstraði Brillumannin burtur. Seinni hevur V. U. Hammershaimb - sum bjargaði okkum málið - gingið inn á gólvið hjá abbanum og navnanum, Hammershaimb fúta, tí lítli Hammershaimb vaks upp hinumegin Gongina. Gamla kistan av kamfertræ er eisini úr umhvørvinum í Gongini, eins og Áarstovubrøðurnir báðir, ið á hvør sín hátt hava havt so stóran týdning fyri mentan og samleika okkara.

Jú víst eru kenslur uppií, tá vit tosa um flaggið. Illa var. Men at geva okkum undir Danabrók, bara tí at onkur í danska embætisverkinum sigur, at soleiðis má tað vera, tað eiga føroyingar ikki at gera – í øllum førum ikki í Íslandi!

So løgmaður hevur eitt at gera, tá sendistova okkara letur upp í Reykjavík, og tað er at vinda Merkið í húnarhátt. So kann Danabrók nýtast sum broðflagg á onkrari kommodu inni á skrivstovuni.

Danir eru valla so lítið at sær komnir, at teir fara at nokta okkum hetta - og hetta er í veruleikanum ikki eitt stríð um ríkisraettarstøðu okkara, tí hon er tað hon er - og harvið er flaggið okkara tjóðarmerki.

- Og harra løgmaður, tað er munur á politikki og jura. Og minst til, harra løgmaður, alt ber til í politikki - tað er bara at duga at samráða seg fram til røttu loysnina!