Teir fýra, sum tá eru eftir, skulu borast áðrenn seks ára skeiðið, sum byrjaði í ár 2000, er úti. Tað hevur ljóðað, at onkur ella møguliga fleiri verða boraðir í 2004, men eingin vissa er fyri tí. Soleiðis sum gongdin hevur verið higartil, er meira sannlíkt, at hinir brunnarnir ikki verða boraðir fyrr enn í 2005. Skuldi tað hent, at ENI ikki finnur olju í hesum umfarinum, er sannlíkt, at einki borivirksemi verður í næsta ár.
Úrslitið higartil við trimum brunnum er so sum so. Enn er einki lønandi fund staðfest. Men í oljuverðini er tað heilt vanligt, at tað verða boraðir nógvir brunnar, áðrenn eitt veruligt fund verður gjørt. Tað vísa ikki minst royndirnar í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Har vórðu boraðir ávikavist 33 og 72 brunnar, áðrenn lønandi fund vórðu gjørd.
Hinvegin er heldur ikki rætt bara at vísa á farnar royndir og sissa seg við tí. Tí tíðir broytast, og í dag er tað nógv lættari og bíligari at fáa olju upp aðrastaðni í heiminum. Og við einum fallandi oljuprísi, verður tað støðan eftir at Irak av álvara fer undir framleiðslu, so er ikki júst Atlantsmótið tað fyrsta staðið oljufeløgini fara at brúka sínar leitipengar.
Men lat okkum venda aftur til ENI á landgrunninum. Tað ljóðar, at hvørki hetta felagið ella onnur feløg, ið eru virkin í økinum, hava tær heilt stóru vónirnar til, at tað verður gjørt eitt lønandi fund í hesum loyvinum. Men drívmegin er fundið, sum Amerada gjørdi longur syðri. Har vórðu staðfest kolvetni í stórum nógvum. Spurningurin er bara í hvussu stórum. Og tann spurningin fáa vit neyvan svaraðan fyrr enn Amerada fer at bora sín seinna brunn. Tann brunnurin verður tá helst ein kombinatión av einum avmarkingar- og leitibrunni. Og verður turt hjá ENI nú, er ivasamt um tann brunnurin verður boraður næstu tvey árini.
Tey, sum vóna, at Føroyar gerast oljuland, mugu tí gera seg út við tolni. Tó so - at eitt positivt úrslit kann fyriliggja skjótt. Hyggja vit eftir leitingini hjá ENI víða um, hevur júst hetta oljufelagið víst seg at kunna taka oljuheimin á bóli. Tað gjørdi tað tá felagið ímóti øllum metingum fann kolvetni í Barentshavinum. So hvør veit ? um ikki serfrøðingarnir hjá ENI duga meira enn at mæta seg, tá avtornar og ímóti flestu ?oddsum? finna eina keldu, sum ikki er turr. Hetta hevði skurrað væl í oyrunum á mongum føroyingi í ólavsøkurøðu løgmans. Fyri nógvar politikarar og her kanska ikki minst fyri teir, sum í óðum verkum hava skorið ein stóran part av blokkinum, og sum nú eru vitni til, hvussu viðkvamt okkara lítla samfelag er fyri konjunkturbroytingum úti á altjóða marknaðunum, man ynskið um at finna olju og tað eisini nógva olju, verða tann mest kærkomna ólavsøkugávan. Men teir kunnu eisini gerast nipnir og skulu til at bíða í mong mong ár enn. Tí er tað so umráðandi ikki at kalkulera við inntøkum frá oljuni, fyrr enn hon er staðfest og væl tað.
Sosialurin