Tað er so byrjanin uppá eitt nýtt kapittul í oljuleitingini og kann eisini koma at vera tað, ið skal til fyri at loysa upp í hesum stóra máli, ja sum veruliga setir hol á. Stórtíðindini um eitt gigant oljufund beint hinumegin markið hava av álvara sett alt Atlantsmótið aftur á landakortið. Tað kann so ikki sigast annað enn, at timingin av nýggju útbjóðingini og økjunum, sum eru við har, er perfekt. Somu feløg, sum hava funnið oljuna hinumegin markið, hava eftir øllum at døma søkt um teigarnar okkara megin markið, og sum liggja uppat loyvinum á bretsku síðuni. Og fáa teir helst eisini. Hesi feløgini, ChevronTexaco, Statoil, Dong og OMV, ætla at bora avmarkingarbrunnar á bretska fundinum í summar. Ímynda vit okkum, at hesar boringar eru væleydnaðar og kanska entá loyva okkum at gita, at tann oljukeldan gongur móti føroyska markinum og hvør veit, entá inn á føroyskt øki, tá verður hetta ein týðandi katalysator fyri útviklinginum á okkara øki. Tað kann t.d. hava við sær, at somu feløg fara at skunda undir sínar ætlanir í Føroyum og hugsast kann, at tey kunnu bora brunn í 2. rundu longu í 2006 ella 07.
Hetta skal sjálvsagt takast við fyrivarni. Men órealistiskt er tað ikki. Aftrat hesum l iggja so eisini teir fýra brunnarnir frá 1. útbjóðing og bíða. So vil væl til og oljuprísirnir halda sær kann verulig gongd koma á føroysku oljuleitingina longu í 2006. Hetta eru positiv signal fyri føroyska samfelagið og hvør veit, kanska ein partur av loysnini á stóru trupulleikunum í Suðuroynni m.a. kann vera ein komandi meira virkin oljutilgongd. Tað skal bara eitt stórt fund á føroyska landgrunninum til, at vit av álvara kunnu stinga út í kortið ein útvikling á landi eisini. So kanska er tað ikki ov tíðliga, at politikarar og vinnulívsfólk setaseg saman og so spakuliga fara undir at leggja ætlanir fyri framtíðina. Ein spurningurin vil tá m.a. vera, um oljuútviklingurin her á landi skal stýrast, soleiðis at tað verða ávís øki í landinum, sum eru við at vera niðurundirkomin, ið skulu raðfestast fyrst, tá tað um oljutilgongdina ræður ? ella um tað sum higartil skulu vera fríu vinnukreftirnar sjálvar, sum gera av, hvat og hvussu útviklingurin á landi skal vera.
Hvussu og ikki so eiga vit at fegnast um, at enn eitt stórt oljufelag hevur átikið sær leiklut in at vera fyristøðufelag í leitingini her hjá okkum. Um ChevronTexaco hevði valt sekundera leiklutin "bara" at vera partur av samtaki við øðrum operatøri, sum longu er á økinum, so hevði hetta bara verið næstbest fyri leitingina. Nú felagið hevur avgjørt at taka evstu ábyrgdina og fara inn í leitingina við fullum og størsta álvara, kann tað koma at skunda undir útviklingin. Tí verða tað eftir øllum at døma Statoil og ChevronTexaco, sum koma at verður høvuðslokomotini, nú farið verður undir nýggja leiting. Tað fáa vit so at vita mánadagin. Og fyri føroyingar hevur tað eisini áhuga, hvussu fer at gangast føroysku oljufeløgunum í nýggju runduni. Eitt er so tað hvussu feløgini hava megnað at finna saman við øðrum stórum feløgum undan útbjóðingini . Annað er so, um feløgini einsamøll ella saman við øðrum feløgum, hava klárað at fáa onkrar góðar bitar av tí samlaðu køkuni. Og loksins um umsøkjararnir allir verða nøgdir. Time will show.
Sosialurin











