Her er talan um ein sera stóran samfelagsbólk. Myndugleikarnir meta, at heilar tólv milliónir eru ólógiliga í landinum. Men hesar milliónir eru ikki meira ólógliga einn so, at tey flestu av hesum arbeiða í landbúnaðinum, ídnaðinum og tænastuvinnunum. Amerikanski búskapurin byggir í stóran mun á hesi fólk. Tey eru láglønt, hava onga sosiala trygd, eingi arbeiðsgevaragjøld verða rindað fyri hesi fólk. Tey eru sostatt sera bílig arbeiðsmegi, og vinnan heldur seg ikki kunna standa seg uttan hesa sera bíligu arbeiðsmegi. Hesi fólk eru eisini ein stórur løgfrøðilugr trupulleiki fyri myndugleikarnar. Av somu orsøk hevur forsetin lagt uppskot fyri kongressina, sum lutvíst skal gera henda innflytarahópin til løgliga amerikanskar borgarar. Forsetin hevur sannkent, at tað í longdini ikki ber til at hava tólv milliónir fólk, sum hvørki eru skrásett ella sum njóta somu rættindi og skyldur sum vanligi borgarin.
Men partanmenn forsetans í kongressini vilja ikki sum forsetin. Teir vilja varðveita støðuna, sum hon her. Teir røkja áhugamálini hjá einum vinnulívi, sum vinnur ómetaligar upphæddir av hesi bíligu abreiðsmegini. Men nú hava hesi fólk, sum mynda sosiala botnin av amerikanska stættasamfelagnum fingið nóg mikið. Tey eru farin í hernað móti myndugleikunum og krevja somu rættindi sum aðrir amerikanskir borgarar. Ofta er talan um annað og triðja ættarlið av innflytarum, men talan er eisini um fólk, sum í túsindatali koma um markið til Mexiko í hesum døgum. Hetta er ein heilt óvnalig støða fyri USA og tess stjórn, sum ikki eru von við, at verkafólk gera vart við seg hin fyrsta mai ella yvirhøvur. Tað verður sera áhugavert at síggja, hvussu Busch loyvir trupulleikan. Hann kann ikki lata stabda til, men noyðst at gera okkurt. Tað tykist tó íløtuni sum eingin veit, hvussu hesir strupulleikar kunnu verða loystir.









