Kjakið um nýggjar tunlar norður um Fjall á Borðoynni hevur valla lagt seg, so er alt á gosi um, at nú skal tunnil gerast til Suðuroyar.
Av stórum týdningi hevur tað fyri onkran, at kjakið veruliga fær fest seg áðrenn løgtingsvalið komandi.
Eyðsæð er, at samfelagsliga er tað gagnligt, at so nógvar oyggjar og øki í landinum verða knýtt saman sum gjørligt. Tað verður fantastiskt, tá koyrandi verður undir Tangafirði millum Hvítanes, Strendur og Rókina.
Men tað verður ikki bara stuttligt, tí við vilja hava politikararnir súltað trupulleikan við vegunum, sum skulu svølgja allari øktu ferðsluni, sum verður.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin á økinum, Henrik, Old dugdi ikki at síggja trupulleikan og spurdi bara, hvaðani allir bilarnir skulu koma.
Vit síggja skilið í havnargøtum í hesum døgum. Tað er at kalla ikki framkomandi í gøtunum seinnapartar, tá øll ferðslan skal út úr býnum norðureftir. Tað verður í øllum førum hvaðna verri, tá koyrandi verður gjøgnum tunnilin.
Politiska ætlanin er tó púra greið. Vit skulu hava hesar tunlar, og sjálvt um politikararnir vita av trupulleikanum við innkomuvegunum bóðu megin við, so bíða teir kortini, tí pengar eru ikki til tað. Men málið verður pressað ígjøgnum politisku skipanina kortini.
Soleiðis varð eisini gjørt við Viðareiðistunlinum, sum var trýstur fram um tunlarnar norður um fjall, tí ein týðandi politikari á Viðareiði var bangin fyri, at um tunlarnir norður um Fjall komu fyrst, so kom Viðareiðistunnilin ikki. Helst hevði hann rætt í tí. Men fyri tey sum hava muga livað við vánaligu tunlunum norður um Fjall var eingin bati.
Áðrenn teir veruliga eru farnir í holtur við Sandoyartunnilin, so fegnast vit longu um Suðuroyartunnilin. Fólk á útoyggj sum Skúgvoy firtnast, at teirra oygg ikki eisini fær ein tunnil – og tað er sambært borgarstjóranum í Skúgvoy prógv fyri, at politikararnir hava avgjørt at avfólka útoyggjarnar.
Valla er tað so. Politikarar loypa eisini her upp um garðin, har hann er lægstur. Ein slíkur tunnilin kostar 120 milliónir krónur fyri hvønn kimometur – og hvør torir at tosa um kanska 4-600 milliónir fyri kunna koyra til Skúgvoyar og út í Hest.
Kanska teir skuldi gjørt tvær rundkoyringar klárar til ráðini eru til tess. Men størstan týdning av øllum hevur tað, at vit øll somul sláa kalt vatn í blóðið og telja pengarnar.
Hóast roknistykkið sær pent út – loysir seg at telja pengarnar











