ODDAGREIN: Móðurmálsdagurin

Í 2012 gingu Sosialurin, Nám, Kring­varp­ið, Føroyska málnevndin, Dimma­lætting og Mentamálaráðið sam­an um at hátíðarhalda 25. mars sum móð­ur­málsdagin. Orsøkin til, at mar­i­umessa á vári varð vald til henda dag í Føroyum – heldur enn 21. febr­uar, sum ST hevur lýst sum al­heims móðurmálsdag til tess at varð­veita tað málsliga marg­feld­ið, sum er í heiminum, var, at hetta er føð­ing­ar­dagur Hamm­ers­haimbs.

Og tað er eitt gott val, tí eingin eig­­­ur so stóran heiður fyri, at vit varð­­veittu og endurskaptu móð­ur­­mál­ið, sum júst Vencelslaus Ulricus Hamm­ers­haimb.
Tí var tað eisini, at Málnevndin fyri fleiri árum síðani skeyt upp fyri Ment­a­mál­a­ráð­num, at 25. mars skuldi verða móðurmálsdagur.
Fyriskipararnir av móður­máls­degn­um í 2012 søgdu, at nú skuldi móð­ur­málið setast í miðdepulin ein fast­an dag, 25. mars.
Og víst er nógv sagt og skrivað um Hamm­ers­haimb, og við móð­ur­máls­degn­um ­var ætlanin at varpa nýtt ljós á týdningin at brúka eitt gott og livandi mál í almenna rúm­i­num.
Mangan verður sagt, at føroyska mál­ið er so trupult og stirvið at brúka – og trupult at læra at stava. Vit, sum dagliga fáast við málið, kunnu tó sanna, at so er ikki – hó­ast tey lýti, ið vit gera. Treyðugt so treingja ábøtur. Men størstan týdn­ingin hevur tó hugburðurin til mál­ið og málrøkt. Um vit hildu árliga móð­ur­máls­dagin, so kundu vit á tann hátt sett málrøkt í hásæti – og giv­ið okkum øllum, sum dagliga nýta málið í okkara starvi, íblástur og nak­að at stremba eftir.
At hava góðan hugburð til málið er eis­ini at stuðla hvør øðrum. Og her er tað, at vit sum heild ikki eru nóg tilvitað, tí mangan verður funn­ist harðliga at fólki, ið ikki nýta góðan málburð – ella ikki stava nóg væl – heldur enn at stuðla og stimbra.
Vit í Miðl­ahúsinum harmast um, at dag­ur­in ikki hevur verið hildin síð­ani 2012. Tí er okkara áheitan enn sum áður á Bjørn Kalsø um at lýsa 25. mars sum móðurmálsdag. Vit skulu gera okkara til, at ljós verður varp­að á dagin á hvørjum ári.
200 ára dagurin hjá Hamm­ers­haimb um fimm ár er eitt gylt høvi at varpa serligt ljós á móðurmálið.
Hammershaimb hevur uppiborið heið­ur­in – og okkum øllum tørvar ein slíkan dag.