Móti endanum á valstríðnum komu mentan og mentanarpolitikkur brádliga í focus, og ávísir flokkar kappaðust um at koma við gyltum lyftum til lista- og mentanarøkið. Leiklistin skuldi blóma og nýtt tjóðleikhús byggjast, filmslist og myndlist skuldu mennast og hava dyggan stuðul, starvslønir skuldu økjast, stovnast skuldi konto uppá fimm milliónir til fremjan av rútmiskum tónleiki. Hjartatátturin í føroyskum mentanarlívi, Mentanargrunnur Landsins skuldi fáa munandi hægri játtan og veruliga gerast tað lokomotivið, sum føroyska mentanarlívinum tørvaði. Mentan skuldi gerast okkara branding uttanlanda og sum heild var eingin endi á tí vælvild, sum flokkarnir fóru at sýna mentanini, um teir fingu makt, sum teir høvdu akt. Ein flokkur signaleraði tað øðvugta, og hesin flokkur situr í dag við formanssessinum í mentanarnevnd løgtingsins, og vit kunnu uttan víðari staðfesta, at hesin flokkur hevur hildið sítt lyfti, tá um mentanina ræður!
Vit hava hildið givin lyfti, sigur landsstýrið í samband við framløguna av fíggjarlógini fyri árið í ár. Hvussu hóska hesi orð til tað økið, sum fekk flest lyfti í valstríðnum, nevniliga mentanina? Jú, leiklistin hevur fingið eina súmbolska hækking. Mentanargrunnurin fær ikki eitt klovið nýtt oyra, tónleikur er óbroyttur. Stovnarnir, sum røkja mentanararvin skríða framvegis í skræðuni, og her er einki broytt uttan játtanin til Norðurlandahúsið, sum Norðurlendski ráðharrastovnurin eigur og útbyggir, soleiðis at vit eru noydd at fylgja við. So kunnu lesarin og ikki minst mentanarfólkini meta, hvørt henda nýggja samgonga hevur hildið síni vallyfti. Miðflokkurin hevur í hvussu so er hildið síni lyfti, tá um mentanina ræður. Lagt kann her verða afturat, at lyftini til gransking flugu ikki lægri enn lyftini til mentanarøkið. Her var snøgt sagt eingin endi á vælvildini, og tí man tað kennast ikki sørt snópisligt hjá mongum, ar Granskingarrunnurin ikki hevur fingið eitt klovið oyra í hækking. Hvat siga granskararnir? Hvat sigur ES?
Nú kann sjálvsagt verða sagt, at hetta er grenji, tí vit hava havt so stutta tíð at gera fíggjarlóg, at hon bert kemur í gildi nakrar mánaðir. Tað er nakað um hetta, víst so. Hinvegin finst eitt hugtak, sum nevnist signalvirði. Signalvirðið í hesum fíggjarlógaruppskoti er ikki at fara skeivur av. Tað sæst ikki minst av teimum kontum, sum veruliga hava fingið munandi hægri játtan í ár í mun til 2007. Vit fara at hyggja at hesum kontum í morgin og samstundis fara vit at umrøða signalvirðið í hesum áhugaverdu hækkingum.
Sosialurin