Tann, sum á eitt nú DR 2 lurtaði eftir orðaskiftinum um tiltøk móti óhepnum og vandamiklum veðurlagsbroytingum, legði til merkis, at fleiri av røðarunum siteraðu takkarrøðu Boga Hansens, har, ið hann sigur, at nú mugu politikkararnir átaka sær eina ábyrgd fyri gongdini. Hetta vísir, at tað ber til at fáa politikkarar at lurta. Nú mugu og skulu politikkarar lurta eftir granskarunum og teirra ávaringarrópum. Tað er ein ómetaliga stór ábyrgd, ið nú liggur á herðum politikkarana. Sum støðan nú er vorðin, kann eingin politikkari koma og pástanda, at hann ikki visti betur. Nú vita øll, sum hava eygu og oyru, at vandi er á ferð, og at vit mugu broyta kós ongantíð ov skjótt.
Vit hava øll eina stóra medábyrgd. Vit kunnu ikki halda áfram við okkara ótálmaðu nýtslu av tí tilfeingi, ið finst á klótuni. Vit mugu finna alternativar og varandi orkukeldur, og vit mugu finna burðardyggar framleiðsluhættir, og vit mugu skipa flutning á sjógvi og landi eftir hesum meginreglum. Føroyingar mugu vísa ábyrgd. Vit eiga at taka við Kyoto sáttmálanum og seta ítøkilig tiltøk í verk fyri at minka um útlátið av vaktrarhúsgassum.Vit eins og allur heimurin eiga at lurta eftir Boga Hansen og øllum starvsfeløgum hansara kring allan heimin. Gott í teg Bogi - og góða eydnu víðari.
Sosialurin