Tað verður, sum vit longu hava umrøtt á hesum stað í farnu viku, álagt øllum handlum íroknað bakaríum og bensinsølum at stongja millum tíggju og tvey sunnu- og halgidagar. Við øðrum orðum vil Løgtingið samtykkja í 2005, at eingin skal sleppa at keypa í kirkjutíð.
Sjálvandi skal man hava virðing fyri teimum, ið ganga høgt uppí sítt trúarlív og lata vera við at skipa fyri tiltøkum undir kirkjuveggi í kirkjutíð, men máti skal verða við øllum. Nær ein gongur á møti ella í kirkju, ella um ein yvirhøvur gongur á møti ella í kirkju er eins egna søk, og tí ger Løgtingið nakað nógv av, tá tað samtykkir at bert tey, ið eru uppi áðrenn klokkan tíggju sunnumorgun kunnu keypa sær rundstykkir og annað. Um fólk hava eitt brennandi ynski um at binda frið millum tíggju og tólv sunnudag, so finna tey óivað sjálvi útav tí, uttan Løgtingsins innblandan.
Tað er, sum vit innleiddu, eitt relativt lítið luksusmál, um handlar skulu sleppa at selja nakað í kirkjutíð, og nógv meira týðandi liggur á láni sum til dømis áðurnevndi fiskapakki. Tó eiga Løgtingslimir at siga borgarum hví, teir vilja lukka handlar sunnudag. Er tað tí at tað er kirkjutíð, ella er tað umsorgan fyri starvsfólkið?
Vit sita eftir við varhuganum, at tað er tað fyrra, hóast tinglimir ikki vilja viðganga hetta. Um tað var umsorgan fyri starvsfólkunum, so kundi tingið bert ásett eitt tímatal, sum handlar kundu havt opið sunnu- og halgidagar, og so kundu hesir handlar sjálvir avgjørt, nær opið skuldi verið. Hetta hevði verið nógv skilabetri. Um allir handlar í Havn ella Klaksvík vóru lukkaðir millum tíggju og tólv uttan ein í hvørjum staði, so hevði hesin eini handil ella bakarí uttan iva havt úr at gera. Hetta bendir á ein tørv. Er uppgávan hjá tinginum ikki júst at tryggja, at borgarans tørvur verður nøktaður?
Um so var, at fakfeløg og onnur høvdu eitt sterkt ynski um, at limir teirra ikki skuldu arbeitt millum tíggju og tólv sunnudag, so var øðrvísi, men hetta nýggja uppskot kemur frá tinginum sjálvum, uttan serstaka grundgeving annað enn "hvat ger tað, at fólk binda frið nakrar tímar sunnudag?". Svarið til henda spurning er helst millum lítið og einki, men um grundin hjá Løgtinginum er átrúnaðarlig lóggáva, so eiga vit at spyrja, hvat tað næsta verður. Bann móti dansi í føstu? Einki kortspæl á almennum støðum í føstu? Lóg móti barnaspæli og bilkoyring í kirkjutið? Vit spyrja bara. Vit fáa at síggja hvussu leikur fer í hesum máli. Og tað gjørdu vit seinnapartin mikudagin, tá hetta blað fór til prentingar. Tá skuldi tingið nevniliga við 3. viðgerð taka støðu til málið aftur og har fleiri tingmenn komu við broytingaruppskoti um at stegða lógini, sum varð samtykt við 2. viðgerð.
Sosialurin