Vit hava leingi hoyrt, at basaltið hevur verið stóra forðingin, tá tað um leiting umræður. Fyri tað fyrsta hevur tað verið ein trupulleiki at síggja niður gjøgnum basaltið við seismiskum kanningum. Men eisini hesin parturin tykist at vera munandi betraður, nú oljufeløgini hava tikið í brúk betri kanningarhættir og tøkni. Men her er tó enn nakað eftir fyri at koma á mál.
Vit kunnu siga, at seinastu hendingarnar veruliga hava ella eru við til at loysa upp fyri tí annars fastbundna basaltknútinum. At rætta tøknin og røttu fyrireikingarnar nú eru við til at loysa tveir av stóru trupulleikunum, tá tað snýr seg um oljuleiting á føroyska landgrunninum, má sigast at vera eitt týdningarmikið vegamót fyri ikki at siga ein kolvelting.
Komandi vikurnar verður spennandi at fylgja skjóttmælandi borinum hjá Stena Don og ikki minst verður spennandi at frætta, nær komið verður gjøgnum basaltið og hvat er at finna undir basaltinum: vulkansk grótsløg, sum taka allar vónir frá okkum um at finna olju har - ella sediment, sum kunnu goyma oljuna.











