Fíggjarligt, tí eitt røktarheimspláss kostar nógvar pengar fyri landskassan. Tá málið hjá landsstýriskvinnuni harumframt er í tráð við tær útmeldingar, sum eitt nú Landsfelag Pensjónista er komið við – ja, so skuldi verið leyst og liðugt.
Á nýggja og stásiliga Boðanesheiminum í Havn halda tey eisini, at fólk skulu fáa møguleika at vera sum longst í egnum heimi, áðrenn tey mugu tveita alt frá sær og flyta inn Yviri við Strond.
Í blaðnum í dag fortelja vit søguna um leiðslu og starvsfólk á Boðanesheiminum, sum royna at ganga nýggjar leiðir fyri at skapa eitt betri tilboð til okkara eldru. Tilboðið um samdøgursrehabilitering kemur eitt nú væl við hjá 92 ára gomlu Kristiannu Nolsøe, sum venur fyri at halda seg ígongd og klára seg sjálva.
Men royndarverkætlanin kostar pengar. Eina millión, sambært leiðaranum á Boðanesheiminum, sum higartil hevur brúkt alternativar loysnir fyri at finna pengarnar. Men nú eru pengarnir uppi. Tilboðið endar. Kristianna og hini av okkara eldru borgarum, sum hava hildið seg í gongd á Boðanesheiminum, verða send til hús.
Hvat bleiv so av málinum um, at okkara eldru skulu hava møguleika at vera sum longst í egnum heimi? Hvat er vunnið, um okkara eldru heldur fána burtur fyri síðani at verða flutt inn á dýru røktarheimsplássini? Og hvat bleiv tá av lívsgóðskuni hjá okkara eldru?
Eldraøkið liggur í dag í eini skiftistíð, frá at vera málsøki undir landinum til at gerast málsøki hjá kommununum. Vónandi er tað ikki so, at henda tilgongd bremsar teimum hugskotum um loysnir, ið kunnu lætta um.
Boðini til landsstýriskvinnuna eru tí at finna ta milliónina, sum skal til fyri at Kristianna og hini á Boðanesheiminum eisini sleppa til venjing, tá jólini eru farin afturum.










