Oddagrein· Loksins eitt valdømi

Løgtingið samtykti í gjár uppskot frá Edmund Joensen, løgtingsformanni at skipa Føroyar sum eitt valdømi. Síðst í hesi vikuni verður endaliga viðgerðin av málinum. Eftir øllum at døma verður uppskotið samtykt tá eisini.

Tað er greitt, at talan verður um eina kollveltandi broyting í okkara valskipan, eina broyting, ið fer at hava bæði fyrimunir og vansar. Vit taka undir við hesum uppskoti og hava m.a. grundgivið tað við, at hetta vil vera best fyri Føroyar uppá longri sikt. At vit fara at vera betri før fyri at skipa samfelagið til frama fyri øll við teimum avmarkaðu ressursum vit hava. At vit vónandi fáa meira professionellar politikarar, sum fara at taka fyrilit fyri tí tilfeingi, sum vit hava at ráða yvir, hóast vit eru fullgreið yvir, at eingin automatikkur er hesum viðvíkjandi.

 

Fyri allar Føroyar er sunnast og best, at vit skipa alt landið sum eitt valdømi. Alt ov ofta hevur bygda, kommunu- ella økispolitikkur verið avgerandi tungan á vágskálini, tá vit hava havt brúk fyri at reka landspolitikk. Landsplanlegging, sum átti at verið stýringslykilin, hevur mangan veriðí aðru røð. Nú mugu vit mugu til at hugsa og virka øðrvísi. Hóast vit telja færri enn 50.000 fólk, so hava vit ikki dugað nóg væl at húsast við tí avmarkaða tilfeingi, sum er tillutað okkum. Útbygda undirstøðukervið hevur knýtt okkum øll meira saman, uttan at vit hava tikið avleiðingarnar umsitingarliga. Hetta má framyvir, síggjast aftur í planlegging av íløgum og rakstri. Tað meta vit eitt valdømi best kann borga fyri, um teir røttu politikararnir verða valdir.

 

Landið er útbygt í ávísum mun út frá krøvum frá lokal- ella økispolitikarum og ikki út frá, hvat tænir samlaðu Føroyum best, hóast sigast skal, at nógvar av hesum útbyggingunum sum t.d. brúgvin tvørturum Streymin og Vágatunnilin hava verið stak væl eydnaðar. Ov nógvar íløgur eru gjørdar, uttan at taka tær við í eina landsplanlegging, so at vit hava fingið ein samfelagsrakstur, sum er hareftir. Dømi um hetta er sjúkrahúsøkið. Ístaðin fyri at brúka orkuna uppá at gera eitt vælvirkandi og optimalt meginsjúkrahús, hava vit spjatt íløgurnar til trý sjúkrahús , harvið einki er nóg vælvirkandi. Sama kundi verið sagt um skúlaøkið, har ov lítil landsplanlegging hevur verið fyri framhaldsskúlar og miðnámsskúlar.

 

At vit hava fingið bygt út landið alt fegnast vit øll um. Men framtíðin krevur av okkum, at ein broyting kemur í, so vit raðfesta íløgur og rakstur út frá tí tøku orkuni og hvat tænir øllum samfelagnum best. Eitt valdømi fer at seta nógv størri krøv til politikararnar, men samtíðis mugu vit eisini geva teimum betri umstøður í sínum arbeiði. Føroya land krevur eitt nýtt lið av politikarum, sum alt um somu tíð kunnu hugsa lokalt, landspolitiskt og globalt.

 

Sosialurin