Fyri síðsta val sá út sum um, at gott samstarv var millum Sambands- og Javnaðarflokkin. Síðani Fólkaflokkurin pakkaði saman á vári í 2011 og rýmdi frá Kaj Leo Johannesen úr Tinganesi lá í kortunum, at »makrelsamgongan« millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi fór at halda fram eftir valið. Men longu valkvøldið boðaði Kaj Leo Johannesen frá, at »fólkið hevði valt at snara til høgru«.
Sambært Sjúrði Skaale, so er tað nógv lættari hjá floksformonnunum at føra valstríð, tá teir sleppa frá at siga frammanundan, hvørjum teir skulu samstarva við. Og rætt er tað.
Tí kundi løgmaður gera tað púra órevsaður.
Javnaðarformaðurin hevur meldað út, at hann fer ikki í samstarv við Fólkaflokkin. Hvør kundi ímyndað sær eina stjórn í Danmark við Konservavita Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum? Kortini stingur Gerhard Lognberg alment floksformannin í ryggin og vil hava samstarv við Fólkaflokkin.
Hetta vísir bara, hvussu lítið skil er í eisini innanhýsis í flokkunum. Javnaðarflokkurin svíkir sínar veljarar, um hann fer í samgongu við Fólkaflokkin. Og Fólkaflokkurin svíkir sínar veljarar, um hann fer í samstarv við Javnaðarflokkin. Tað er tí, at annar hevur stevnuskrá til vinstru og hin til høgru. Teir eru mótsetningar.
Sama kundi tú sagt um Tjóvðeldi og Fólkaflokkin. Men Tjóðveldi velur politikkin frá, tí flokkurin fær ikki ført politikk, fyrr enn hann hevur loyst frá danska ríkinum. Høgni Hoydal fær ikki verið til politiskt uttan Jørgen Niclasen, og tí fær hann ikki avskrivað Fólkaflokkin. Men Fólkaflokkurin klárar seg saktans uttan Tjóðveldi. Jørgen kann gníggja sær í lógvunum, meðan hann sær Tjóðveldi standa sum nærraður tannáringur – meðan Fólkaflokkurin hugnar sær í Tinganesi við Sambandinum.
Blokkpolitikkur ella ikki. Men eitt er vist, at um politikarar ikki klára at prógva sítt politiska trúvirði, so er spurningurin, um vit hava brúk fyri politiskum flokkum. Sjálvsøkni millum politikararnar er so stórt, at tað skuggar fyri felagsskapinum og politisku hugsjónunum.









